Seinasta mikudag var hann lykilin til, at FH kom í íslendsku steypafinaluna - í gjárkvøldið skoraði Brandur Hendrikson Olsen bæði málini fyri lið sítt í landskappingardystinum ímóti Fylkir.
1-1 málið kom eftir ein tíma; tíggju minuttir eftir at Fylkir hevði lagt seg á odda. Brandur gjørdi aftur bart, beint tá yvirtíðin byrjaði, og tryggjaði harvið heimaliðnum ein 2-1 sigur og trý stig.
23-ára gamli skálvíkingurin hevur skorað 6 mál í Pepsi Max-deildini í ár, har FH liggur á 3. plássi við 28 stigum fyri 17 dystir. KR er átta stig frammanfyri við einum dysti færri, men talan er annars um eina sera tætta kapping.
Gunnar Nielsen sat aftur í gjár á bonkinum í 90 minuttir. Jákup Thomsen er vorðin skurðviðgjørdur í knænum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald