Brandur Hendriksson Olsen var høvuðsmaðurin, tá FH í gjárkvøldið vann 3-1 í hálvfinaluni í íslendsku steypakappingini. Á Kaplakriki vitjaði KR, men liðið noyddist heim aftur til Reykjavíkar sum av torvheiðum.
Eftir smáar tíggju minuttir vann Brandur eitt brotsspark, ið Steve Lennon umsetti til mál. Fimm minuttir seinni var 1-1, men fimm minuttir fyri hálvleik sendi 23-ára gamli Brandur FH á sigurskós aftur.
Í 72.minutti bleiv 3-1, og aftur stóð Brandur Hendriksson fyri upplegginum. Harvið var hetta eitt sera gott kvøld hjá Brandi og FH; finala er fyri framman ímóti Víkingi ella Breiðablik.
Gunnar Nielsen sat á bonkinum allar 90 minuttirnar - eins og landliðsmálverjin hevur gjørt, síðani hann kom við aftur í hópin í juli eftir skaða.
Fótbóltur
Brandur lyklaleiklut í hálvfinalusigrinum hjá FH
Føroyski leikarin skoraði eitt mál og legði upp til tvey, tá FH vann 3-1 á KR og spældi seg í steypafinaluna.
(Mynd: Sverri Egholm)
2019-08-15 07:13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald