Fótbóltur

Brandur og FH taptu steypafinaluna

Víkingur Reykjavík vann 1-0; málið kom uppá brotsspark.

Brandur Hendriksson her í dysti móti Spania í Gijón sunnukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson her í dysti móti Spania í Gijón sunnukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-15 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brandur Hendriksson Olsen hevði í gjár møguleikan at fáa gullheiðursmerki um hálsin á Laugardalsvøllinum, har íslendska steypafinalan varð leikt. Men FH livdi ikki upp til favorittleiklutin.

Føroyski miðvallarin spældi ein stóran leiklut í hálvfinalusigrinum hjá FH. Tað var móti KR úr Reykjavík, og finalan var móti einum øðrum høvuðsstaðarliði - Víkingi. Tað var liðið úr Reykjavík, ið skoraði einsamalla málið í dystinum. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik fekk Víkingur brotsspark, ið Ottar Karlsson umsetti til mál.

Brandur Hendriksson var við í nøkrum atsóknum hjá FH, men tað eydnaðist ikki at javna, og skálvíkingurin gjørdist ikki fyrsti føroyingurin til at vinna steypafinalu í tveimum ymiskum londum uttanfyri Føroyar. Í 2015 avgjørdi tá 19-ára gamli Brandur steypafinaluna fyri FCK í longdu leiktíðini móti FC Vestsjællandi. 

Fyri tveimum árum síðani vunnu Jónasi Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu íslendsku steypafinaluna við 1-0 sigri á FH, ið tá hevði Gunnar Nielsen í málinum. Gunnar, ið spældi ein góðan dyst í Spania sunnudagin, var ikki í hópinum hjá FH í gjár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder