VÍF hevur í kvøld vunnið steypagull hjá monnum fyri fyrstu ferð í átta ár. Hetta gjørdu teir í gulum við átta máls-sigri á Neistanum, sum eisini var mótsstøðuliðið í 2015.
Sí eisini: VÍF fekk steypið á sannførandi hátt
Eftir eina trilvandi byrjan kom VÍF í gongd, og kanska serliga takkað Filipi Jojic og Brandi Silvurstein, ið komu inn á vøllin um miðjan fyrra hálvleik. Filip skoraði, sum so ofta fyrr, eina rúgvu av málinum og gjørdist toppskjútti í dystinum. 21-ára gamli vestmenningurin hevði nógvar bjargingar í málinum.
Neistin megnaði ikki at støðga Filipi Jojic, tá hann kom á vøllin og fekk gongd í at skjóta (Myndir: Jens Kr. Vang)
Brandur var ein Brandur, sum viðmerkjararnir í KVF tóku til. Hann var mill
um annað við til at vinna European Open-gull við U17 í 2019, og vestmenningurin hevur verið í Skjern í Danmark. Skaðar hava lagt meinbogar í vegin, men í dag vísti Brandur Silvurstein hvat hann kann - á størsta hondbóltspallinum í Føroyum. Hann hevði trettan bjargingar og varð kosin dagsins spælari.
(Myndir: Jens Kr. Vang)
Hagtøl frá dystinum síggjast niðanfyri.
Faxe Kondi-finalan hjá monnum
Leygardagin 17.02
VÍF - Neistin 31-23 (17-12)
Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 11-11
25 min: 13-11
30 min: 17-12
35 min: 20-14
40 min: 22-14
45 min: 24-16
50 min: 26-19
55 min: 28-21
60 min: 31-23
Málskjúttar:
VÍF:
Filip Jojic 12 (2)
Hallur Arason 6
Tróndur Johnson 4
Dánjal Ragnarsson 2
Sjúrður Olsen 2
Kristian Jensen 2
Jóhannes Bjørgvin 2
Fríði Holm í Innistovu 1
Neistin:
Herbjørn Lava 6
Erik Karlsson 4
Simon Højmark Pedersen 3
Tróndur Kragesteen 2 (1)
Pauli Høj 2
Ári Arnason 2
Hóri Reginsson 2
Niklas Drayton Gaard 1
Johannes Pólsson Kragesteen 1
Bjargingar:
Neistin:
Aleksandar Sasha Lacok 7
Rókur Holm 1
VÍF
Brandur Silvurstein 13 - Dagsins spælari
Útvísingar:
VÍF: 2
Neistin: 4
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald