Klokkan 19 bresta EB/Streymur og B36 saman við Margáir.
Les eisini: B36 kann koma undir liðuna á HB
Her eru byrjanaruppstillingarnar:
EB/Streymur (4-5-1): Rói Zachariasen - Árni Grunnveit Olsen, Andras Olsen (L), Mikkjal Hellisá, Ragnar Bjartalíð Danielsen - Gutti Dahl-Olsen, Fannhard Antonsson Skoradal, Rói H. Olsen, Gestur Bogason Dam, Símun Sólheim - Niklas Kruse
Bonkur: Jóannes Eyðfinnson Davidsen, Hjalti Kárason Djurhuus, Magnus Jarnskor, Magnus Heinason, Arnbjørn Teodor Hansen, Teitur Debes Olsen, Høgni Hummeland
Seinastu dystirnar hevur Hjalti Kárason Djuhuus verið heilt uttanfyri. Nú er hann á bonkinum, men eins og hjá Arnbjørn Hansen er ivasamt, um hann veruliga kann fáa nakran leiklut.
B36 (4-2-3-1/4-4-2): Rói Mørk Hentze - Benjamin Heinesen, Andrias Høgnasen Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel, Meinhard Egilsson Olsen - Brian Jakobsen
Bonkur: Símun Rógvi Hansen, Stefan Radosavljevic, Erlendur Magnusson, Mattias Weihe Joensen, Andreas Thomsen, Michal Danian Przybylski, Martin Agnarsson
Brian Jakobsen byrjaði inni í FM-finaluni fyri átta mánaðum síðani. Síðani hevur 28-ára gamli ikki byrjað inni í einum dysti fyri besta liðið hjá B36.
(Venjarin Jákup á Borg er heldur ikki í dag á B36-bonkinum - hann hevur leikbann)
Fylg við gongdini á forsíðuni á Portalinum. Sí myndir o.a seinni
Fótbóltur
Brian við frá byrjan fyri fyrstu ferð í ár
Strandingurin hjá B36 skoraði og legði upp í Fuglafirði og er saman við Pingel millum teir fyrstu ellivu í dag. Hjá EB/Streymi er Arnbjørn Hansen á bonkinum.
Brian Jakobsen verður millum teir fyrstu ellivu, tá sera sterka B36-liðið fer á vøllin í Streymnesi í fyrsta dystinum í 10. umfari (Mynd: Ólavur Frederiksen)
2020-06-26 18:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald