Annað

Bridge: Føroya mesta lið skal finnast

FM kappingin fyri lið verður í Bridgehúsinum í morgin.

Dia Jacobsen og Allan Dal-Christiansen hava mangan kappast um at vinna FM fyri lið. Í fjør dróg Allan longsta stráðið

Dia Jacobsen og Allan Dal-Christiansen hava mangan kappast um at vinna FM fyri lið. Í fjør dróg Allan longsta stráðið

2019-11-01 18:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FM kappingin fyri lið 2019-20 verður skipað á tann hátt, at fyrst spæla øll liðini grundspæl ein dyst móti hvørjum øðrum. Fyrstu trý umførini verða spæld í Bridgehúsinum í Havn leygardagin.

Fýra tey fremstu í grundspælinum fara í eitt endaspæl við semifinalum og finalu, meðan hini fara í eitt endaspæl, har øll spæla móti øllum enn einaferð.

10 lið eru við í kappingini. Liðini eru hesi:

Allan Dal-Christiansen: Pól Egholm, Rói á Rógvu Joensen, Magni Jøkladal.
Dánjal Pauli Mohr: Árni Dam, Jóannes Mouritsen og Per Kallsberg.
Bogi Simonsen: Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jens Midjord, Dia Jacobsen og Jákup Hjaltalin.
Óli Holm: Hans Jacob Petersen, Hans í Líðini og André Dalfoss.
Finn Ougaard: Høgni Jacobsen, Bjarki Johannesen, Mortan Rasmussen, Zakaris Joensen og Salomon Johansen.
Danny Danielsen: Haldor Ellingsgaard, Tordis Johannesen, Mortan Sólheim Olsen og Tórheðin Thomsen.
Oddmar Danielsen: Ingibjørg Hansen, Henriette Svenstrup, Jórun Johannesen, Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen.
Jassarnir: Viggo Johannesen, Jógvan Horn, Jákup Sørensen, Leivur Holm, Kjartan Kristiansen og Edvard Olsen.
Hans-Emil Haraldsen: Eli H. Andreasen, Ejvind Mouritsen, Joen Magnus Lamhauge, Finnbogi Hansen og Liss á Fjallinum.
Anna Paulina Leo Olsen: Jóhanna Lava Køtlum, Jóanis Erik Køtlum, Jóna Frida Hentze, Oluf Müller og Øssur Winthereig. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder