Um eina viku, leygardagin 13. mars, verða hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge leiktar.
Finalurnar, sum byrja klokkan 10, verða í "Norðurstovu" í Norðurlandahúsinum, upplýsir Føroya Bridgesamband.
Í aðrari hálvfinaluni møtast liðini hjá Mortan Sólheim og Henriette Svenstrup, meðan liðini hjá Robert Langgaard og Boga Simonsen hittast í hinari hálvfinaluni.
Í hálvfinalunum og í finaluni verða spæld 28 spøl.
Skráin
Kl. 10.00 – 11.40 Hálvfinalur, 1 hálvleikur
Kl. 11.40 – 12.00 Matarsteðgur
Kl. 12.00 – 13.40 Hálvfinalur, 2. hálvleikur
Kl. 13.45 – 15.25 Finala, 1. hálvleikur
Kl. 15.30 – 17.10 Finala, 2. hálvleikur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald