placeholder
Annað

Bridge: Liðið hjá Arna Mikkelsen er steypavinnari

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vórðu leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin.

2022-03-06 09:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. mars 2022. Tey fýra liðini, ið høvdu spælt seg á hálvfinalurnar, vóru hesi:

  • Dia Jacobsen (Bogi Simonsen, Dia Jacobsen, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin)
  • Danny Danielsen (Dánjal P. Mohr, Árni M. Dam, Rúni Mouritsen, Danny Danielsen)
  • Arne Mikkelsen (Símun Lassaberg, Pól Egholm, Egil Sondum, Arne Mikkelsen)
  • Jassarnir (Øssur Winthereig, Leivur Mohr, Heini Joensen, Viggo Johannesen)

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at í aðrari hálvfinaluni møttust liðini hjá Dia Jacobsen og Jassunum, meðan liðini hjá Arna Mikkelsen og Danny Danielsen hittust í hinari hálvfinaluni.

Tá farið var til hálvleiks í hálvfinalunum, hevði liðið hjá Dia Jacobsen vunnið sær eina lutfallsliga tryggja leiðslu móti Jassunum, meðan tað stóð á jøvnum millum liðini hjá Arna Mikkelsen og Danny Danielsen.

Í seinna hálvleiki var tískil mesti spenningurin í dystinum millum liðini hjá Arna Mikkelsen og Danny Danielsen. Sum hálvleikurin leið leikaði støðugt javnt á, og avgerðin fall ikki fyrr enn í seinastu spølunum, tá ið tað eydnaðist liðnum hjá Arna Mikkelsen at ota seg framum. Samanuntikið var talan um eina sera tætta og vælspælda hálvfinalu, har marginalarnir vóru avgerðandi.

Eftir loknar hálvfinalur varð klárt at fara undir sjálva steypafinaluna. Í finaluni hittust liðini hjá Dia Jacobsen og Arna Mikkelsen. Í finaluni megnaði liðið hjá Arna Mikkelsen skjótt at vinna sær eina trygga leiðslu, og tá farið var til hálvleiks var leiðslan 39 imp. Í seinna hálvleiki varð økt um leiðsluna, og vann liðið hjá Arna Mikkelsen sostatt ein tryggan finalusigur.

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vóru leiktar í sera góðum umstøðum í “Norðurstovu” í Norðurlandahúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder