Leygardagin 20. februar 2021 vóru 10 og 11 umfar av FM kappingini fyri lið leikt á Seglloftinum á Tvøroyri. Liðið hjá Dánjal Paula Mohr hevur avrikað væl og støðugt í ár, og hevur síðani fjórða umfar ligið á fyrsta plássinum, meðan liðini hjá Allan Dal-Christiansen og Boga Simonsen hava ligið á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Umførini hetta vikuskiftið høvdu ikki stórvegis broytingar við sær í oddinum, tó at liðini hjá Allan Dal-Christiansen og Boga Simonsen nú eru at kalla jøvn á øðrum og triðja plássi. Eisini tók liðið hjá Danny Danielsen seg framum liðið hjá Salomon Johansen, og liggur nú á fimta plássi.
Úrslitini hetta vikuskiftið vóru hesi:
Umfar 10:
Oddmar Danielsen – Danny Danielsen |
8,92 – 11,08 |
Dánjal Pauli Mohr – Suðuroyar Bridgefelag |
16,80 – 3,20 |
Allan Dal-Christiansen – Jassarnir |
14,94 – 5,06 |
Bogi Simonsen – Salomon Johansen |
19,41 – 0,59 |
Umfar 11:
Bogi Simonsen – Oddmar Danielsen |
15,28 – 4,72 |
Salomon Johansen – Allan Dal-Christiansen |
2,94 – 17,06 |
Jassarnir – Dánjal Pauli Mohr |
1,99 – 18,01 |
Suðuroyar Bridgefelag – Danny Danielsen |
3,48 – 16,52 |
Støðan eftir fyrstu 11 umførini er hendan:
1. Dánjal Pauli Mohr 187,49 stig
2. Allan Dal-Christiansen 168,44 stig
3. Bogi Simonsen 166,75 stig
4. Oddmar Danielsen 91,28 stig
5. Danny Danielsen 89,99 stig
6. Salomon Johansen 76,80 stig
7. Suðuroyar Bridgefelag 55,75 stig
8. Jassarnir 43,50 stig
Kappingin er í ár skipað soleiðis at øll liðini spæla 2 dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum. Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør og tann sum tá er fremstur verður føroyameistari.
Seinastu 3 umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 27. mars 2021. Tá verða innanhýsis uppgerðir millum tey fremstu liðini.
Steypakappingin:
Nú er komið til hálvfinalurnar í steypakappingini. Á Tvøroyri varð trekt lut um hvørji lið skulu møtast í hálvfinalunum. Lutakastið háttaði seg soleiðis at hesi lið møtast í hálvfinalurnum:
Mortan Sólheim |
Vinnari Henriette Svenstrup / Egil Sondum |
Robert Langgaard |
Bogi Simonsen |
Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini verða leiktar 13. mars 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald