Annað

Bridge: Steypasigur til Mortan Sólheim

Leygardagin vórðu hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge leiktar í Norðurlandahúsinum, og liðið hjá Mortan Sólheim fór av stað við sigrinum.

Mynd: Føroya Bridgesamband

Mynd: Føroya Bridgesamband

2021-03-14 09:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, leygardagin, vórðu hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum.

Í aðrari hálvfinaluni møttust liðini hjá Mortan Sólheim og Henriette Svenstrup, meðan liðini hjá Robert Langgaard og Boga Simonsen hittust í hinari hálvfinaluni. Bæði í hálvfinaluni og í finaluni vóru leikt 28 spøl.

Liðini vóru mannaði soleiðis:

  • Robert Langgaard: Dia Jacobsen, Jens Pauli Nolsøe, Hans Jákup Petersen
  • Henriette Svenstrup: Jórun Johannensen, Oddmar Danielsen, Marjun Restorff
  • Mortan Sólheim: Haldor Ellingsgaard, Símin Lassaberg, Magni Jøkladal
  • Bogi Simonsen: Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin

Lutfallsliga javnt leikaði á í hálvfinaluni millum liðini hjá Mortan Sólheim og Henriette Svenstrup. Endin gjørdist, at liðið hjá Mortan Sólheim vann við 12 impum. Í hinari hálvfinaluni vann liðið hjá Boga Simonsen greitt móti liðnum hjá Robert Langgaard.

Í finaluni møttust sostatt liðini hjá Mortan Sólheim og Boga Simonsen, og talan var um ein lutfalsliga javnan finaludyst.

Í hálvleikinum var bert 1 imp á muni, og sostatt var spenningurin varðveittur til seinastu 14 spølini. Her dróg liðið hjá Mortan Sólheim longra stráðið og vann seinna hálvleik við 11 impum og sostsatt dystin við samanlagt 57-45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder