Fótbóltur

Brøndby-fjepparar gjørdu skaðar fyri fjórðings millión í Reykjavík

Tað gekk ikki stillisliga fyri seg aftaná 3-0 tapið fyri íslendska Víkingi.

Her koppa fjeppararnir ein vesivogn (Mynd: Viaplay)

Her koppa fjeppararnir ein vesivogn (Mynd: Viaplay)

2025-08-08 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Donsku Brøndby-fjeppararnir skaptu nógv órógv í íslendska høvuðsstaðnum í gjár eftir 3-0 tapið móti Víkingi í gjár.

Sambært íslendska miðlinum Visir.is, hava donsku fjeppararnir gjørt skaðar fyri umleið 250.000 danskar krónur. Millum annað koppaðu teir einum vesivogni.

Frágreiðing verður send til UEFA um skaðarnar.

Dysturin varð ikki mettur sum ein sonevndur "highrisk" dystur, og tískil var løgreglan ikki serliga mannsterk til staðar.

Tveir av trygdarvørunum hjá Brøndby máttu eftir dystin fáa hjálp frá sjúkrabili, tí teir, tá teir royndu at steðga einum minni bardaga á áskoðaraplássunum, vóru raktir av piparsirmi.

Í Sportstalk hjá Viaplay Sport News verður kjakast um atburðin hjá Brøndby-fjepparunum og har sæst eisini tá teir koppa vesivognin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Friðardýr í Føroyum
Tá teir vóru í Føroyum gjørdu teir ikki nógv um seg. Onkur samanbar tað við eina jarðarferð, tá teir umleið 500 Brøndby áskoðararnir gingu av Skálatrøð niðan á Tórsvøll seinnapartin 24. juli.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Heldur ikki um náttina var nakað stórvegis hóvasták burturúr teimum. Tað vóru hinvegin føroyingar, sum ikki dugdu at uppføra seg og fingu bót fyri tað.

Løgregla út Brøndby-økinum var komin til Føroya fyri at tryggja, at alt gekk friðarliga fyri seg og løgreglan var sum heild sera sjónlig í býnum hendan dagin.

Les eisini: Liðið hjá Gunnari basti og eyðmýkti Brøndby


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder