Fótbóltur

Brøndby vendi øllum á ótrúligan hátt móti Víkingi

Í undirtali og aftanfyri 3-0 samanlagt men so skoraði Brøndby fýra ferðir móti liðnum hjá Gunnari Vatnhamar, sum ikki kom inn í kvøld.

Brøndby--fjepparar, her á Tórsvølli í 2. umfari móti HB, kundu stórfegnast í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Brøndby--fjepparar, her á Tórsvølli í 2. umfari móti HB, kundu stórfegnast í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-14 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brøndby og Frederik Birk gjørdu tað.

Tað sá trupult út undan seinna dystinum móti Víkingi Reykjavík eftir 3-0 í Íslandi, og tá stórtalentið Clement Bischoff eftir 17 minuttir á svínskan hátt traðkaði á ein liggjandi mótstøðumann og varð útvístur, lá alt í hondunum á íslendingunum.

Børndby vísti tó, at alt ber til í fótbólti, meðan Vìkingur smokkaði saman eftir steðgin.

Tað varð 1-0 í yvirtíðini í 1. hálvleiki, og longu eftir 56 minuttir var 3-0. 4-0 málið hjá Brøndby kom eftir 70 minuttir. Tað endaði samanalagt 4-3 til danska liðið.

Málini síggjast her

Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Brøndby Stadion, hósdagin 14. august
Brøndby IF - Víkingur Reykjavík (Gunnar Vatnhamar) 4-0 4-3 samanlagt

Harvið fer Brøndby víðari til play-off umfarið í Conference League, har Strasbourg bíðar.

Gunnar Vatnhamar hevur verið skaðadarvaður seinasta mánaðin og kom ikki inn í dag.

Í Herning gjørdi FC Midtjylland skjótt av í Europa League-dystinum móti Fredrikstad, so tað ikki gjørdist tætt samanlagt. Har spældi Jóannes Bjartalíð beint yvir ein hálvleik.  
Tað endaði 2-0 í kvøld og samanlagt 5-1 til danska felagið. Harvið skulu Jóannes og Fredrikstad spæla  play-off í Conference League; móti Crystal Palace


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder