Fyrsta heiðursmerki í badminton hesar oyggjaleikirnar kom í hús seinnapartin, tá Føroyar í liðkappingini vunnu 3-0 móti Isle of Man.
Liðkappingarnar verða skipaðar soleiðis at oyggjarnar spæla móti hvørjum øðrum og best av fimm vinnur.
Bartal Poulsen vann fyrsta dystin 2-0 í einsmansleiki hjá monnum. Annan dystin vann 15 ára gamla Adhya Nandi 2-1 í einmansleiki hjá kvinnum.
Og í síðsta dystinum gjørdist tað eisini sera spennandi har Bartal Poulsen og Niclas Eysturoy vunnu 2-1 í settum. Sostatt eydnaðist tað, at vinna samlað.
Nakað sum ikki eydnaðist fyrrapartin tá Føroyar taptu hálvfinaluna móti Guernsey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald