Annað

Bronsan glapp Føroyum av hendi

Føroysku U19 menninir vunnu fyrsta settið í bronsudystinum móti Onglandi, men tepurt vunnu onglendingar næstu trý settini.

(Mynd: FBF)

(Mynd: FBF)

2024-10-27 17:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

NEVZA U19, menn:
Føroyar – Ongland 1-3 (25-19, 23-25, 25-27, 24-26)

Tað sá so lovandi út, tá Føroyar høvdu vunnið fyrsta settið í bronsudystinum ímóti Onglandi í NEVZA flogbóltskappingini fyri U21 landslið, men endaði við vónbroti, tá Ongland tepurt hevði vunnið tey næstu trý settini.

Í fyrsta setti komu stigini hjá báðum liðum í stimum, har Føroyar løgdu seg á odda 11-5 og 18-11, men í báðum førum svaraði Ongland aftur og minkaði um munin til 11-12 og 19-20 (til Føroyar). Síðsta stiman áttu Føroyar tó, sum við fimm bóltum á rað vunnu 25-20.

Í øðrum setti var Ongland leingi á odda, viðhvørt við fýra stigum, men Føroyar javnaðu til 15-15 og fóru framum 23-20. Snópisligt var tá at síggja Ongland vinna næstu fimm bóltarnar og settið 25-20.

Føroyar fótaðu sær tó aftur, og støðan sá góð út, tá talvan segði 17-11 til Føroyar. Men eingilskmenninir  vóru treystir og bardu seg framum 21-20. Føroyar tóku tó leiðsluna aftur og førdu 23-21, men Ongland javnaði enn einaferð. Føroyar fingu eisini tveir settbóltar, men Ongland hóraði undan og vann ístaðin 27-25.

Fjórða sett var ógvuliga javnt, og liðini skiftust um at vera á odda; sjáldan við meira enn einum stigi.  Soleiðis gjørdist støðan 20-20, 21-21, 22-22, 23-23 og 24-24, áðrenn Ongland vann neyðugu tvey stigini og settið 26-24 – og harvið eisini bronsuna.

Føroyar endaðu tí á fjórða plássi í kappingini, og Ísland gjørdist nummar fimm. Kl. 17 spæla Danmark og Svøríki finalu.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder