Hondbóltur

Bronsudysturin næstan bjargaður fyri Kringvarpið

Innsavningin sum ger, at tað ber til hjá KvF at vísa bronsudystin hjá Føroyum, er næstan komin í hús. Vinnufyritøkur og kommunur fíggja.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2025-06-28 17:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hanus Samró, vinnulívsmaður, setti fyrr í dag gongd á at savna pengar inn til keyp av sjónvarpsrættindunum til søguliga bronsudystin millum Føroyar og Svøríkis. Hetta so Kringvarpið, sum ikki hevði ráð at keypa rættindini, fær víst dystin í moegin.

Les eisini: Innsavning til sjónvarpsrættindini í gongd: Ætla at bjarga Kringvarpinum

Tað eru nógv, sum hava ilskast, at dystirnir hjá Føroyum ikki verða vístir í almenna public service miðinum. Men nú er tað alt, ið bendir á, at KvF fær rættindini til dystin kortini - frá síðulinjuni.

Tí sambært Hanusi Samró, sum stendur fyri innsavningini, er fíggingin við at koma í hús.

- Vit eru næstan komnir á mál. Málið var at fáa 30 fyritøkur og kommunur við uppá tað. Í verandi løtu hava vit fingið 27 játtanir. So vit eru øgiliga nær við at fáa endaligu fíggingina, sigur Hanus Samró, stigtakari.

- Fíggingin er eitt, men so eru tað eisini onnur teknisk ting, sum skulu koma í rættlag, men tað sær lovandi út. Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, men eg vil siga, at tað er 95 prosent kjansur fyri at dysturin verður vístur í Kringvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder