Fyri kortum lótu 39 leikarar á spanska kvinnulandsliðnum eina klagu inn til fótbóltssambandið, at um ávísar bygnaðarbroytingar ikki verða framdar, so ynskja tær ikki at umboða landsliðið.
Óhóskandi atburðurin hjá táverandi formanni í spanska fótbóltssambandinum, Luis Rubiales, er orsøkin til verkfallið. Hetta kom av, at hann, uttan samtykkið, mussaði ein av sponsku leikarunum, eftir HM finaluna afturi í August. Líka síðani hetta, hevur tað verið ein øgiligur ruðuleiki í spanksa fótbóltssambandinum.
Ruðuleikin í felagnum førdi við sær, at 21 út av 23 leikarum, fóru í verkfall mótvegis fótbóltssambandinum. Hóast verkfallið kunnu heili 15 av leikarunum teljast millum tær úttiknu, nú nýggi landsliðshópurin er úttikin.
Á tíðindafundinum í samband við úttøkuna ynskir landsliðsvenjarin, Tomé, ikki at greiða frá teimum semjum, ið tey eru komin fram á.
Leggjast skal afturat, at Jennifer Hermoso, ikki er partur av nýggja hópinum. Hetta er hon, sum bleiv útsett fyri sokallaða “HM-mussinum”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald