Fótbóltur

Brotsspark uttanfyri brotsteigin

Spælarar, venjarar og áskoðarar hjá B36 kendu seg snýtt á Tórsvølli í gjár - sí video og myndir her.

Í B36-leguni hevði man orsøk til at ilskast inn á eina dómaraavgerð, ið týðiliga var heilt skeiv. Hannes Agnarsson legði annars heimaliðið á odda - í 2. hálvleiki lat B36 tvey mál inn eftir deyðbóltar og hótti ikki frameftir (Mynd: Sverri Egholm)

Í B36-leguni hevði man orsøk til at ilskast inn á eina dómaraavgerð, ið týðiliga var heilt skeiv. Hannes Agnarsson legði annars heimaliðið á odda - í 2. hálvleiki lat B36 tvey mál inn eftir deyðbóltar og hótti ikki frameftir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-11 10:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðsta umfari kom B36 víðari eftir eitt brotsspark, sum liðið helst ikki burdi fingið, tá dómarin í Cardiff dømdi fyri hond á bóltinum hjá walisa í longdu leiktíðini.

Í gjár var eingin ivi - B36 varð burturdømt í einari margháttiligari hending stutt fyri hálvleik, tá liðið hjá Dan Brimsvík var á odda 1-0 móti kroatiska stórfelegnum HNK Riejka.

Sí eisini: Keðiligt tap móti kroatunum á Tórsvølli

Bólturin kom gamaní í armin á Michal Przybylski í støðuni, tá miðvallarin royndi at kasta seg fyri einum kroatiskum innleggi, men tað burdi verið dømt fríspark og ikki brotsspark.

Á upptøkum og stillmyndum sást týðiliga, at miðvallarin var væl og virðiliga uttanfyri brotsteigarlinjuna í støðuni - íhvussu er metur. Finski dómarin var tó ikki í iva um, at her skuldi dømast brotsspark. Hjálpardómarin gjørdi einki og harvið brotsspark og síðani mál: 1-1 á Tórsvølli.

[object Object]
Bólturin hevur júst rakt armin á Michal, ið sæst hálgum liggjandi - uttanfyri brotsteigarlinjuna hjá B36 (Skíggjamynd - Televarpið)

[object Object]

(Skíggjamynd - Televarpið)

Margháttiliga hendingin sæst frá 1.45 á hæddarpunktununum hjá Televarpinum her

Góða kontra málið hjá B36, ið Hannes Agnarsson átti seinasti fótin á, sæst frá 0.40 á leinkjuni omanfyri.

Í 2. hálvleiki skoraði útiliðið tvey mál afturat. Bæði komu eftir deyðbóltar, har B36 ikki vardi nóg væl fyri - til tíðir eftir steðgin ilskaðust B36-spælarar seg eisini um dømingar. Harvið er útgangsstøði ógvuliga torført hjá havnarfelagnum, ið skal til Kroatia í næstu viku og royna at venda 1-3 til víðari luttøku í Conference League.

Eftir dystin fyrihildu Jann Benjaminsen og Dan Brimsvík seg millum annað til brotssparksstøðuna.

UEFA Europa Conference League, 3. umfar
Fyrri dysturin - á Tórsvølli 10. august
B36 - HNK Rijeka 1-3 (1-1)
33' Hannes Agnarsson (Michal Przybylski) 1-0
41' Niko Jankovic, br. 1-1
48' Bruno Goda 1-2
88' Stjepan Radeljic 1-3

B36 (5-3-2/3-5-2): Mattias Lamhauge - Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson - Símun Sólheim, Michal Pryzbylski, Eli Falkvard Nielsen (L), Andrass Johansen, Jann Julin Benjaminsen - Taufee Skandari, Hannes Agnarsson

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Bjarki Nielsen, Valerijs Sabala, Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson og Emil Weihe Joensen - teir tríggir seinastu í yvirtíðini

[object Object]
Finski dómarin í fokus (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Myndir: B36 - Riejka

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder