Fótbóltur

Keðiligt tap móti kroatunum á Tórsvølli

B36 stríddst væl og legði seg á odda, men eitt brotsspark, ið ongantíð skuldi verið dømt, og tveir deyðbóltar í seinna hálvleiki kostaðu. Nú er tað minus 2 áðrenn dystin í Rijeka.

Michal Przybylski legði upp til B36-málið, og so varð eitt brotsspark dømt móti honum, har armurin als ikki var inni í brotsteigunum (Mynd: Sverri Egholm)

Michal Przybylski legði upp til B36-málið, og so varð eitt brotsspark dømt móti honum, har armurin als ikki var inni í brotsteigunum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-10 21:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðsta umfari kom B36 víðari eftir eitt brotsspark, sum liðið helst ikki burdi fingið - dómarin í Cardiff dømdi fyri hond á bóltinum. Í dag var tað tó heilt galið, tá brotsspark varð dømt móti B36. Bólturin kom gamaní í armin á Michal Przybylski, men miðvallarin var væl og virðiliga uttanfyri brotsteigarlinjuna. Finski dómarin var tó ikki í iva, hjálpardómarin gjørdi einki og harvið brotsspark og mál: 1-1.

B36 var annars í dreymaland eina løtu. Dystarætlanin tyktist at rigga heilt væl, hóast Rijeka kom til ein heilt stóran møguleika áðrenn málið, men hetta var eftir, at heimaliðið misti bóltin í egnum brotssteigi. Liðið hjá Dan Brimsvík hótti eisini sterka mótstøðuliðið nakrar ferðir, og í 33. minutti fór Michal Przybylski til stroks í vinstru í mótálopi. Miðvallarin legði innfyri við vinstra beininum, rakti líka ein verjuspælara á vegnum, og har var skjóti Hannes Agnarsson júst á rætta staðnum og setti bóltin væl inn til 1-0.

[object Object]

[object Object]
Stórur fagnaður á teimum í hvítum eftir enn eitt evropeiskt mál frá Hannesi (Myndir: Sverri Egholm)

[object Object]
Men so hendi hetta....

[object Object]
(Skýggjamynd: Televarpið)

Les meira um fyrra hálvleik her

Í 2. hálvleiki megnaði B36 als ikki at hótta og hevði einki skot. Tað hjálpti ikki at Hannes Agnarsson noyddist út í 51. minutti vegna trupulleikar við fótliðinum.

Tað var tó ikki so, at Rijeka svam í møguleikum. Í opnum spæli lat B36 ikki nakað serligt frá sær, og millum annað Sonni Ragnar Nattestad stóð væl, men við tveir deyðbóltar varð ikki dekkað nóg væl upp, og tætt undir málið kundi mótsstøðuspælari prikað bóltin í netið. Tað fyrra var tíðliga í 2. hálvleiki og eftir horna - ta seinna stutt fyri leiklok eftir frísparksinnlegg, ið sigldi framvið øllum í hvítum.

Serliga seinna málið var ógvuliga keðiligt, og ger tað útgangsstøði hjá B36 heilt øgiliga trupult. Ein tvey-máls sigur á grasinum og í hitanum í Rijeka er eitt krav, fyri at man skal hava ein møguleika - Rijeka vann 6-1 í heimadystinum í síðsta umfari, móti liði úr Kosovo. B36 hevur fleiri ferðir áður framt stór og flott úrslit í evropeiskum fótbólti - eisini í truplum og dramatiskum umstøðum - men tað fer at krevja so at siga alt frá Dan Brimsvík og hansara monnum at røkka play-off umfarinum í Conference League.

Samanlagt vísti liðið stríðsanda og var vælskipað í verjustøðu, men nakrar keðiligar umstøður kostaðu B36. Meira seinni.

[object Object]
Í B36-leguni var stór ónøgd og frustratión við finska dómaran. Eisini gjøgnum 2. hálvleik og eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

UEFA Europa Conference League, 3. umfar
Fyrri dysturin - á Tórsvølli 10. august
B36 - HNK Rijeka 1-3 (1-1)
33' Hannes Agnarsson (Michal Przybylski) 1-0
41' Niko Jankovic, br. 1-1
48' Bruno Goda 1-2
88' Stjepan Radeljic 1-3

B36 (5-3-2/3-5-2): Mattias Lamhauge - Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson - Símun Sólheim, Michal Pryzbylski, Eli Falkvard Nielsen (L), Andrass Johansen, Jann Julin Benjaminsen - Taufee Skandari, Hannes Agnarsson

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Bjarki Nielsen, Valerijs Sabala, Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson og Emil Weihe Joensen - teir tríggir seinastu í yvirtíðini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder