B36 var ikki serliga sannførandi á heimavølli móti Skála í steypadystinum, men tað eydnaðist so at koma aftur á sigurskós eftir trígjar dystir á rað uttan sigur.
Tað snúði seg um 1. umfar í steypakappingini. Gestirnir av Skála høvdu nógvar ungar spælarar á vøllinum, sum hava lutfalsliga lítið av Betrideildarroyndum, og spardi millum annað Jákup Jakobsen, Ragnar Skála og Carlos Ferreira.
B36 hevði Silas Eysteinsson í mál, Símun Sólheim í miðverjuni fyri Thomas Lillo, og Jelle van der Heyden sum innskiftara. Annars var hetta sterkasta uppstilling, og B36 hevði bóltin væl meira men hevði trupulleikar at fáa ferð á spælið og skapa upplagdar málmøguleikar móti vælskipaða og hartarbeiðandi Skála-liðnum.
Útiliðið hevði eisini onkrar góðar støður í 1. hálvleiki við serliga deyðbóltum og mótálopum, har ein fríleypari var størsti møguleikin. Einasta málið fekk B36 við nakað av hepni - og ósketni frá Ari Ellingsgaard sum kom til at seta armin til bóltin heldur enn bringuna í ótrýstari støðu.
Ari Ellingsgaard roynir at vísa á, at bólturin ikki kom á sjálvan armin men heldur uttarliga á bringuna (Mynd: Sverri Egholm)
Alex Troleis dømdi tvey brotsspørk til B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir úr Gundadali her
Zean Dalügge skoraði trygt úr ellivu metrum. Tað gjørdi ungi danski áleyparin ikki beint eftir steðgin, tá B36 ikki fekk brotsspark. Hetta var eftir eina støðu, har nøkur bein komu saman, og tað sá heldur bíligt út. Karstin Hansen bjargaði væl, men Dalügge var kvikast á leysa bóltinum og gjørdist tvífaldur málskjútti.
Skála fall tó ikki í fátt, Pauli Poulsen skifti Ragnar Skála og Carlos Ferreira inn - og eisini Dávid Johansen. Í 78 minutti gjørdi Andrass Johansen klossut fríspark uttanfyri egnan brotsteig, Silas bjargaði beinleiðis royndini, men Dávid Johansen var til reiðar og minkaði úr stuttari fjarstøðu.
Teir í appelsingulum megnaðu tó ikki at leggja trýstið beint eftir 1-2 málið, og fimm minuttir fyri leiklok sló Andrass Johansen til: Rak væl og stutt uttanfyri brotsteigin sendi miðvallarin bóltin upp í málhornið.
Skála rakti stongina stutt seinni, og tað endaði 3-1 til B36, sum reisir seg nakað eftir tungu gongdina í seinastuni. Í fjórðingsfinalunum skal liðið hjá Dan Brimsvík hitta NSÍ, sum man basti í steypafinaluni í 2021 eftir brotssparkskapping. Skála skal hugsavna seg fult og heilt um Betrideildina - mánakvøldið kemur B68 á vitjan.
Mynd: Sverri Egholm
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, flaggdagin 25.04:
B36 - Skála 3-1 (1-0)
40' Zean Dalügge (br.) 1-0
49' Zean Dalügge 2-0
79' Dávid Johansen (Bjarti Thorleifsson) 2-1
86' Andrass Johansen 3-1
Sí meira um dystin her
Myndir: B36 - Skála
B68 - ÍF 1-0 (1-0)
21' Villiam Emil Klein 1-0
EB/Streymur - 07 Vestur 5-0 (2-0)
41' Suni Hermann Petersen 1-0
44' Emil Weihe Joensen 2-0
58' Jens Erik Bruhn 3-0
62' Filip Djordjevic 4-0
87' Marius Árting Allanson 5-0
Sí eisini: EB/Streymur víðari eftir stórsigur á 07 Vestur
Til ber at síggja málini á tv.fo
Fjórðingsfinalurnar, hósdagin 9. mai:
Víkingur - AB
B36 - NSÍ
EB/Streymur - HB
TB - B68
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald