Eftir fýra ár í 2. Division - triðbestu deildini í Noreg - eydnaðist tað hjá Bryne at flyta upp. Hetta varð staðfest við 3-0 sigri á heimavølli móti Sotra í gjár. Við honum er greitt, at Bryne, ið hevur tveir dystir eftir at leika, endar nummar eitt í sínum bólki og flytir eitt saman við Fredrikstad.
Rógvi Baldvinsson spældi í gjár allan dystin. Hann er liðformaður og lyklaleikari hjá Bryne, og fjepparar hava skriva á Twitter, at hann er ársins leikari hjá felagnum
- Tað var deiligt. Vit vistu, at vit lógu væl fyri, men tað var ein ávísur nervøsitetur. Men 3-0 er ein góður sigur, og tað eru so nógv her, sum hava eina uppflyting uppiborna: Alt frá Reyða krossi til áskoðarar. Hetta er ein gleðisdagur í Bryne, sigur Rógvi Baldvinsson við tv2.no.
Mynd: tv2.dk
Liðið úr Rogalandi, har Erling Håland byrjaði sína yrkisleið, skal komandi ár spæla í OBOS-deildini. 30-ára gamli Rógvi Baldvinsson hevur nú landsliðsuppgávur at hugsavna seg um.
Fótbóltur
Bryne og Rógvi fluttu upp
Næsta ár skal liðið, har føroyski landsliðsleikain er liðformaður, spæla í næstbestu norsku deildini.
Rógvi Baldvinsson skal nú á landsliðstúr, og hann hevur nakað at fegnast um (Mynd: EPA)
2020-11-08 15:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald