Hondbóltur

Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen við kortini

Tær hava játtað seg tøkar til dystirnar móti Litava hóast tær hava givið til kennar, at tær gevast á landsliðnum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-15 16:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen hava játtað seg tøkar til dystirnar móti Litava, hetta hóast tær eftir EM-endaspælið góvu til kennar, at viðurskifti gjørdu at tær ikki rukku til landsliðið longur.

Venjaratoymið hevur, í samráð við tær, ynskt at hava teirra royndir og førleikar við til týdningarmiklu dystirnar móti Litava, sum verða ávikavist á heimavølli við Tjarnir, mikudagin 9. apríl, og á útivølli í Jonava í Litava, sunnudagin 13. apríl. Eftir ætlan fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis yvir til Litava við ferðalagi.

Kvinnulandsliðið í hondbólti savnast til venjingar í Føroyum 3. – 9. mars.

Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Litava, ávikavist á heimavølli mikudagin 9. apríl og á útivølli sunnudagin 13. apríl.

Venjararnir Claus Leth Mogensen og Simon Olsen hava tikið hesar leikarar út til samlingina:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København
Lukka Arge, H71


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder