2019-01-15 21:35
Í kvøld hevur Búi Egilsson skrivað undir 2 ára sáttmála við NSÍ. Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari.
Búi Egilsson er 23 ára gamal og hevur nógvar royndir í bestu deildini. Hann hevur spælt 78 dystir í bestu deildini fyri FC Suðuroy og samanlagda liðnum hjá suðringunum, umframt 12 dystir í steypakappingini.
Skjóti áleyparin hevur verið settur í samband við fleiri feløg norðanfyri, eftir at tað gjørdist greitt, at hann fór at spæla aðrastaðni enn í heimoynni. Búi er skrásettur fyri 16 mál í Betrideildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald