 
                
                        
Strandingurin er partur av føroyska 04-árganginum, sum saman við 05-árganginum millum annað er endaður í topp-tíggju til tvey endaspæl. Búi Djurhuus Poulsen flutti sum 17-ára gamal av Strondum til Grindsted - serliga fyri at satsa meira uppá hondbóltin.
Búi var partur av besta liðshópinum í fjør, tá Grindsted óvæntað vann næstbestu donsku deildina.
Sí eisini: Føroyingur við í søguligari uppflyting
20-ára gamli bakspælarin, sum millum annað kann hava høgt virði í verjuni, er í hópinum hjá liðnum, sum ikki hevur yrkisspælarar. Hann spælir fast á næstbesta liðnum, sum er í triðbestu donsku deildini.
Í gjár vóru tó boð eftir Búa, tá Grindsted (GGIF) tók ímóti Skjern í 8. umfari í Herre Håndbold Ligaen.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/10/23/gallery-thumbnail/1729679710zuwiuodeni.webp)
Búi, við 14-talinum á rygginum, fær góð ráð, meðan hann ger seg kláran at fara inn (Mynd: GGIF)
Strandingurin spældi sinastu minuttirnar í dystinum. Skjern vann við seks málum, men stórt hjá unga manninum, sum er uppvaksin í StÍF at royna seg á hesum stignum.
Grindsted hevur framvegis einki stig fingið í fremstu deildini. So er spurningurin, um Búi Djurhuus Poulsen fær leiklut aftur seinni í ár onkutíð.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald