Aston Villa hevði í dag møguleikan at vinna League Cup (Carabao Cup) fyri fyrstu ferð síðani 1996. Forðingin var Manchester City, ið hevur vunnið kappingina seinastu tvey árini.
Liðið hjá Pep Guardiola var eisini stórfavorittur móti Premier League-uppflytarunum. Eftir tjúgu minuttir kom hol á eftir eitt vælleikt City álop, ið Sergio Aguero átti seinasta fótin á. Tað gjørdist 2-0, tá Rodri púra ótarnaður stútaði bóltin í málið eftir hornaspark úr høgru.
Nú kundi tað tykjast sum um, at Villa var úti av dystinum, men stutt fyri hálvleik datt John Stones, gott pláss varð til innlegg úr høgru, og ein púra fríur Samata Mbawa. Málið hjá áleyparanum úr Tansania gjørdi, at spenningur var í finaluni í 2. hálvleiki, har City ikki fekk lukkað dystin. Björn Engels stútaði á stongina hjá stutt fyri leiklok - tað var tað tættasta, ið Villa kom uppá at fáa dystin í longda leiktíð.
Triðja árið á rað kundu Guardiola og hansara menn fegnast um at vinna tí minnu ensku steypakappingina.
Carabao Cup-finalan
Wembley, 01.03
Aston Villa - Manchester City 1-2 (1-2)
Fótbóltur
Carabao Cup: City vann triðja árið á rað
Eitt mál skilti liðini, tá Manchester City og Aston Villa hittust á Wembley í dag.
Sergio Aguero skoraði fyrsta málið í dystinum
2020-03-01 18:26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald