Fótbóltur

Cardiff rindar Nantes fyri Sala

- Men løgfrøðiligu ivaspurningarnir mugu koma upp á pláss fyrst, sigur walisiska Premier League-felagið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-02-13 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fótbóltsfelagið Cardif City váttar nú, at felagið ætlar sær at rinda pengarnar fyri Emiliano Sala, hóast leikarin doyði í flogvanlukku áðrenn hann kom fram til fyrstu venjing.

Í farnu viku kom fram, at franska felagið, Nantes, fór at krevja pengarnar fyri leikaran frá waliskska Premier League felagnum.

Formaðurin í Cardiff, Mehmet Dalman, sigur nú, at pengarnir verða fluttir, men at felagið bíðar til allir løgfrøðiligir spurningar eru komnir upp á pláss.

- Vit eru sáttmálabundin til at rinda upphæddina, og tað gera vit sjálvandi. Vit eru eitt heiðurligt felag, sigur Dalman við BBC.

- Nantes hevur biðið um tað, tey halda tey eiga til góðar hjá okkum, men ein viðgerð er í gongd. Vit eru ikki samd í hvussu hetta skal fara fram orsaka av serligu og syrgiligu umstøðunum kring handilin, leggur hann afturat.

Avtalaði prísurin fyri argentinska leikaran verður mettur at liggja um góðar 125 milliónir krónur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder