Annað

Caroline Wozniacki hevur gikt

Wozniacki greiðir frá, at hon fekk staðfest liðagikt í summar.

2018-10-25 21:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at hava tapt móti Elinu Svitolina, greiddi Caroline Wozniacki frá, at hon í summar fekk staðfest liðagikt.

Wozniacki greiddi frá, hvussu hon brádliga ikki var før fyri at lyfta armarnar, tá hon vaknaði ein morgun í summar. Sum yrkisítróttarfólk er kroppurin tað mest týðandi amboðið, og tann morgunin riggaði einki, sum tað skuldi.

"Eg vaknaði og var ikki før fyri at lyfta armarnar uppum høvdið. Eg hevði ilt í báðum knøum, ækslum og tærnum, og eg hugsaði, at her var okkurt heilt galið. Tað batnaði ikki, og eg bleiv við at hava ilt," segði Caroline Wozniacki við DR, stutt eftir tapinum í Singapore.

Síðan tað var endaliga staðfest, at talan er um liðagikt, hevur Wozkiacki fingið viðgerð.

"Onkuntíð føli eg tað. Aftaná ein harðan dyst, skal eg hava eitt ísbað og eitt sindur av viðgerð. Einaferð kundi eg tapa ein dyst og so bara fara heim og hava tað fínt tann næsta dagin. Nú noyðist eg at ansa eftir kroppinum," sigur hon.

Í byrjanuni av oktober vann Wozniacki China Open, og tann sigurin hevur ikki bara verið ein ítróttarsigur fyri hana.

"Sigurin í Beijing var ein stórur persónligur sigur, tí eg vísti mær sjálvari, at eg sálarliga var sterk nokk til at klára hetta. Mann eigur at royna at vera jaligur, hóast mann ikki er í einari super støðu. Soleiðis eri eg sum persónur, so eg mátti bara finna ein máta at handfara hetta".

Caroline Wozniacki er ikki stúrin, tí nógvir møguleikar eru fyri at fáa viðgerð fyri liðagikt.

"Sjálvsakt er tað nakað, mann líka skal venja seg við. Men eg havi tað nógv betri nú, og um eg eri før fyri at hjálpa øðrum, sum hava sama trupulleika, so havi eg gjørt mítt," segði Caroline Wozniacki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder