FC Hoyvík hevur gjørt sáttmála við danan Casper Heinesen um at vera okkara høvuðsungdómsvenjari komandi tvey árini.
Seinastu 10 árini hevur hann verið virkin í fótbólti á ymsan hátt, serliga við menning av yngri leikarum. Casper hevur UEFA B-licens sum venjari umframt at hann fyri stuttum fekk prógv sum UEFA B-youth venjari, ið er ein nýggj venjaraútbúgving málrætta til barna- og ungdómsfótbólt.
Umframt nevndu venjaraútbúgvingar er Casper útbúgvin námsfrøðingur og hevur hann eisini tikið skeið í m.a. ítróttarsálarfrøði.
Seinastu 2 árini hevur Casper verið menningarvenjari í Vanløse IF.
Casper er 32 ára gamal, dani og av føroyskari ætt. Hann hevur tó ongantíð verið búsitandi í Føroyum.
Sum høvuðsungdómsvenjari kemur hann í tøttum samstarvi at arbeiða saman við venjarunum á yngru liðunum og við ungdómsnevnd felagsins. Við gleði og spenningi síggja vit øll fram til, at Casper flytur til Hoyvíkar. Hann byrjar í starvinum 1. februar 2025.
Vit ynskja honum hjartaliga vælkomnum til Hoyvíkar og takka vit undanfarnu høvuðsungdómsvenjarum Leivi og Jan fyri teirra arbeiði farna kappingarár.
FC Hoyvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald