Hann var toppskjútti í Bundesligaini fyri TSV Hannover-Burgdorf. Eftir trý ár í Týsklandi skifti hann til FC Barcelona, sum hann er toppskjútti fyri í Champions League. 29-ára gamli danski vinstri vongurin, Casper U. Mortensen er, sambært fólkinum, EHF Player of The Year.
Evropeiska hondbóltssamgongan hevði atkvøðugreisðluna á sínum sosialu miðlum. 67.900 fólk góvu sína meining til kennar, og Casper U. Mortensen vann frammanfyri argenstinska Diego Simonet, ið spælir í Montpellier. Mortensen er harvið besti leikari í evropeisku kappingunum í 2018.
Í 2017 vann kroatiski Luka Cindric heiðurin; á kvinnsíðuni vann Cristina Neagu heiðurin annð árið á rað.
Casper U. Mortensen gjørdist heimsmeistari við Danmark í januar, men undir kappingini fekk hann ein skaða í meniskin, ið ger, at hann ikki er tøkur restina av árinum. Hóast knæskaðan kann vongleiakrin fegnast nakað, og hann sigur við TV2, at heiðurin er ein stór motivatión hjá honum í stríðnum at koma fyri seg.
Hondbóltur
Casper U. Mortensen valdur til besta leikara í Evropa
Úrslitið av atkvøðugreiðslu á heimasíðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni sigur, at danin var besti mannligi leikarin í Evropa farna ár.
Casper U. Mortesen fevnir her krúnprins Frederik eftir HM-gullið er komið í hús (Mynd: EPA)
2019-02-08 20:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald