Ukrainska mótstøðuliðið var, sum væntað, ov sterkt til at tað gjørdist heilt spennandi samanlagt í Klaksvík.
Samanlagdi vann Reshetylika 6-1 yvir tveir dystir móti føroyameistararnir.
Mjølnir byrjaði annars røðina við at vinna fyrsta setti 25-22 og bjóðaði væl av eina løtu í 2. setti.
Útiliðið vann tó 3-1, og í seinna dystinum í gjár gekst verri hjá Mjølni fyrstu løtuna. Heimaliðið tapti fyrsta setti stórt (13-25), áðrenn tvey tey næstu settini vóru tættari.
Heimaliðið royndi, men ukrainar vóru omaná (Myndir: Mjølnir)
Reshetylika vann tó 25-20 og 25-21 og harvið 3-0. Ukrainska liðið heldur fram í Challenge Cup - Mjølnir skal aftur hugsavna seg um føroysku kappingina.
Fleyr var við í kappingini hjá kvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald