Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur í dag avgjørt at flyta ársins Champions League finalu úr russiska býnum Sankta Pætursborg orsakað av russisku innrásini í Ukraina. Í staðin verður finalan í franska høvuðsstaðnum París.
Umframt hetta verða allir UEFA-heimadystir hjá ukrainskum og russiskum liðum spældir á neutralum støðum, inntil nærri boð verða givin.
Champions League finalan skuldi eftir ætlan verða í russiska býnum 28. mai frammanfyri túsundatals ákoðarum úr øllum evropa.
Dmitry Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini, sigur, sambært Reuters, at tað er harmiligt, at avgerð er tikin um at flyta finaluna.
– Sankta Pætursborg hevði kunnað givið øllum góðar umstøður til hesa fótbóltsveitsluna, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald