HB skl fyri fyrstu ferð síðani 2016 spæla í evropeiskari kapping. Eftir tvey kappingarár uttanfyri topp-fýra, so eydnaðst tað í fjør mest vinnandi føroyska liðnum at vinna sær rættin at spæla í Evropa aftur. Hetta varð gjørt við manér: FM kom í hús við heili 73 stigum; eit met ið helst ongantíð verið sligið. Við Heimir Guðjónsson á odda skal HB harvið spæla Champions League-fótbólt í summar.
(Føroyameistariheiti í fjør gav HB rættin at luttaka í Champions League í ár - Mynd: Jens Kr. Vang)
Lutakastið til fyrsta umfar verður í Nyon í Sveis klokkan 13.30 føroyska tíð. Tað eru seks lið, ið HB kann trekkja. Tvær tær truplastu uppgávurnar á pappírinum hjá HB eru tær, ið eru longst burtur heimanfrá. Hinir fýra møguleikarnir eru landafrøðiliga tættari, og serliga liðini úr Írlandi og Wales eru spennandi uppgávur ítrottarliga:
Styrkismett:
BATE Borisov (BLR)
Maribor (SVN)
Rosenborg (NOR)
HJK Helsinki (FIN)
Dundalk (IRL)
The New Saints (WAL)
Ikki styrkismett:
Vinnari av undanumfari
Piast Gliwice (POL)
Valur Reykjavík (ISL)
Linfield (NIR)
HB Tórshavn (FRO)
Riga (LVA)
Rosenborg og HJK Helsinki hava fyrr spælt seg víðari ímóti Víkingi - ávíkavist í Europa League í 2015 og í Champions League í fjør. The New Saints bastu B36 í Champions League í 2015. BATE og Maribor eru helst ov stórir bitar at svølgja; serliga BATE, ið fleiri ferðir hevur verið í bólkaspælinum í Champions League. Dundalk og írskur fótbóltur eru ókend fyribrigdi fyri føroysk lið.
Lutakastið verður stroymt beinleiðis á heimasíðuni hjá UEFA. Lutakastið til fyrsta umfar í Europa League verður stutt aftaná. Les meira um tað og føroysku møguleikarnir her
Keldur: UEFA og bolt.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald