Hóast eitt HM-endaspæl hevur verið í vetur, og spennandi dystir í millum annað Premier League og La Liga hava verið seinastu vikurnar, hava flestu fótbóltsfjepparar helst saknað Champions League, sum byrjar aftur við tveimum 1/8-finalum klokkan 20.
Talan er um heimsins størstu kapping fyri lið - hóast Real Madrid leygardagin vann HM fyri lið við finalusigri á Al Hilal úr Saudiarabia. Tað er ein kapping, sum Bayern München hevur vunnið seks ferðir, og í kvøld skal týska stórfelagið stríðast við eitt felag, sum ongantíð hevur vunnið Champions League.
PSG hevur tó Marquinhos, Veratti og ikki minst álopstrio'ina: Messi, Neymar og Mbappé, og í París eru krøvini høg hjá liðnum við mongu stjørunum. Bólkaspælið er eftirhondini so at siga bert nakað, ið PSG skal seta flugubein úti við - eins og tað er hjá Bayern - men nú skal fyrsta stóra takið móti finaluni takast.
Bæði liðini eru, sum vant, oddalið í sínum landi, men serliga Bayern hevur harðari kapping enn seinastu árini. Týska felagið er uttan málverjan Manuel Neuer (brotið bein á skíferiu), Sadio Mané (vøddaskaða) og franska bakkin Lucas Hernandez (knæskaða) men er sambært veddingarfyritøkunum ein lítil favorittur at vinna í París í kvøld og eisini at fara víðari.
Bayern lyfti steypið fyri sættu ferð eftir finalusigur á PSG í Lissabon í august 2020 - koronufarsóttin hevði tá útsett og broytt kappingina nógv (Mynd: EPA)
Antonio Conte her sum Inter-venjari. Í kvøld er hann aftur í Milano - ímóti læknans ráðum (Mynd: EPA)
AC Milan vann Serie A í fjør og í kvøld spælir italska stórfelagið sín fyrsta Champions League knock-out dyst í níggju ár. AC Milan hevur annars eina ógvuliga ríka søgu í størstu evropeisku kappingini, ið felagið hevur vunnið sjey ferðir - bert Real Madrid hevur vunnið hana oftari.
Tottenham hevur ongantíð vunnið kappingina men rakk finaluni í 2019 og sendi í 2011 júst AC Milan út, har liðið hjá Harry Redknapp sendi ein skelk gjøgnum Evropa við 1-0 sigri á San Siro í fyrru áttandapartsfinaluni. Á White Hart Lane endaði tað 0-0.
Antonio Conte hevði veruliga fegnast um slík úrslit aftur hesuferð. Í kvøld er hann á sínum gamla heimavølli, har hann sum Inter-venjari fekk eina Scudetto í hús í 2021. Italski venjarin spældi eisini fyri Juventus, og er hann ógvuliga fegin um at vera í heimlandinum. Lækni hansara hevur annars frárátt, at venjarin ferðast fyribils: Fyri tveimum vikum síðani varð Conte bráfeingis skurðviðgjørdur fyri bruna í gallinum og var millum annað ikki á síðulinjuni, tá Spurs basti Manchester City fyri níggju døgum síðani.
Champions League áttandpartsfinalur
Týsdagin 14.02
AC Milan - Tottenham
PSG - Bayern München
Báðir dystirnir byrja klokkan 20 og kunnu millum annað síggjast á Viaplay
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald