Fótbóltur

Chelsea fekk sítt størsta úrslit í ár

Raheem Sterling og Kai Havertz skoraðu málini, sum sendi liðið hjá Graham Potter til fjórðingsfinalurnar, og gav Dortmund fyrsta ósigurin í ár. Benfica blásti Club Brügge úr kappingini.

Teir í bláum kundu stórfegnast í gjárkvøldið, tá teir við tveimum málum komu víðari til fjórðingsfinalurnar (Mynd: EPA)

Teir í bláum kundu stórfegnast í gjárkvøldið, tá teir við tveimum málum komu víðari til fjórðingsfinalurnar (Mynd: EPA)

2023-03-08 08:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Benfica og Chelsea. Hetta eru fyrstu liðini, ið við vissu vera í pottinum, tá lutakast verður til Champions League-fjórðingsfinalurnar fríggjadagin 17. mars. Hetta gjørdist greitt í gjárkvøldið, tá Chelsea vendi uppgerðini móti Dortmund á høvdið á Stamford Bridge, og Benfica væl og virðiliga gjørdi arbeiðið liðugt á heimavølli móti  Club Brügge.

Chelsea hevði undan dystinum í gjárkvøldið bert vunnið tveir út av tólv dystum í 2023 og skorað fýra mál samanlagt í ár. Næstan syrgiliga gongdin sær tó út til at verða vend nakað nú. Liðið hjá Graham Potter tapti útidystinum fyri trimum vikum síðani 1-0 men fekk neyðugu málini fyri at koma víðari.

[object Object]
Kai Havertz, sum avgjørdi finaluna í 2021, sendi Chelsea víðari við tryggum brotssparki 

[object Object]
Graham Potter hevur ikki fingið góð úrslit og hevur verið fyri nógvum atfinningum - í gjárkvøldið fekk hann sítt størsta úrslit higartil sum Chelsea-venjari 

Tað fyrra stóð Raheem Sterling fyri stutt fyri hálvleik, og eftir sjey minuttir í seinna hálvleiki økti Kai Havertz við brotssparki. Borussia Dortmund hevði frammanundan vunnið allar sínar tíggju dystir í 2023, men megnaði ikki at svara aftur og so lætnaði nakað av trýstinum á Potter og hansara menn. Chelsea var eisini í áttandapartsfinaluni í fjør, har Real Madrid tó var omaná - í 2021 vann liðið úr London kappingina fyri aðru ferð.

Í Lissabon var eingin slingur í valsinum. Benfica er vanliga krútsterkt á Estadio de Luz, og við tveimum málum stutt fyri steðginum í gjár var 4-0 samanlagt, og hóast Club Brügge fekk eitt mál eftir steðgin, so gjørdist talan um stórsigur til heimaliðið. Goncalo Ramos var eyðsýndur við tveimum málum og einum uppleggi, og portugisiska stórfelagið skal ikki undirmetast millum tey seinastu átta.

[object Object]
Goncalo Ramos fegnast um annað av sínum málum - Joao Mario, sum sæst aftanfyri, var eisini við í tveimum málum (Mynd: EPA) 

Hvørji tvey tey næstu liðini har verða fæst greiða á í kvøld. Tottenham skal royna at venda uppgerðini móti AC Milan - tað endaði 1-0 í Milano - og so er lagt upp til stórdyst í München, har PSG vitjar. Neymar er skaddur, og Messi og Mbappé skulu royna at skjóta felagið í París, ið so nógv tráar eftir einum Champions League-steypi, víðari. Bayern München vann tó 1-0 í París og er favorittur at fara víðari.

Champions League áttandapartsfinalur - seinnu dystirnir
Í gjár, 7. mars

Chelsea
- Borussia Dortmund 2-0 (1-0) 2-1 samanlagt
Benfica  -  Club Brügge 5-1 (2-0) 7-1 samanlagt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder