Fótbóltur

Chelsea í trupulleikum - Liverpool og Salah halda støði

Liverpool vann 3-1 á Newcastle og bjóðar av álvara Manchester City av - Chelsea misti enn eitt týðandi fet við javnleikinum á heimavølli móti Everton. Premier League er annars rakt av nógvum koronutilburðum nú.

Salah er flúgvandi (Savnsmynd - EPA)

Salah er flúgvandi (Savnsmynd - EPA)

2021-12-17 13:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Premier League vórðu leiktir í gjárkvøldið. Talan skuldi vera um tríggjar, og tað skuldi vera teir seinastu í 17. umfari, men orsakað av nógvum koronutilburðum í fleiri feløgum, vórðu tríggir dystir í miðvikuumfarinum útsettir.

Les eisini: Fleiri Premier League-dystir útsettir vegna korona

Chelsea hevði sítt baks við Everton á heimavølli, men sá út til at hava loyst knútin tá Mason Mount legði liðið hjá Tuchel á odda, tá tjúgu minuttir vóru eftir. Men Chelsea, ið var so støðufast seint í 2020/2021 og í fyrstu mánaðirnar av hesum kappingarárinum, hevur havt trupulleikar seinastu vikurnar, og fýra minuttir eftir 1-0 málið javnaði 19-ára gamli verjuleikarin Jarrad Branthwaite. Hetta var sætti dysturin á rað í øllum kappingum, at Chelsea lat mál inn. Av hesum dystunum hevur London-felagið bert vunnið tveir, og tað endaði við javnleiki í gjár. Harvið fekk Rafa Benitez enn eina lívlinju, og Chelsea misti eitt umráðandi fet í oddastríðnum.

Champions League-vinnararnir eru nú fýra stig aftanfyri Premier League-meistararnar, ið vunnu heili 7-0 á Leeds týskvøldið. Liverpool er hinvegin beint í hølunum. Hetta er greitt eftir 3-1 sigurin á nýríka Newcastle í gjárkvøldið. Liðið úr Norðuronglandi fer allarhesthelst at gera nakrar íløgur í hópin í januar. Liðið liggur í løtuni til niðurflyting, men legði seg tó tíðliga á odda á Anfield í gjár, tá fyrrverandi Liverpool-miðvallarin Jonjo Shelvey sló til.

Leiðslan helt í eitt korter. So javnaði Diego Jota. Í Newcastle var ónøgd um málið, tí ein á útiliðnum lá í brotsteignum, eftir at hava stoyttu høvdið saman við Liverpool-leikara - ein annar verjuleikari endaði eisini í grasinum í støðuni og náddi júst ikki upp at forða fyri seinna innlegginum til Jota. Tá ein maður liggur, og tað hevur okkurt við høvdið at gera, skal bríkslast, men hvørki dómari ella VAR gjørdi nakað við tað. Nakrar minuttir seinni kundi dómari og Newcastle einki gera, tá Mohammed Salah við frálíkum langskoti legði Liverpool á odda. Egyptin er í stórformi, og hann fara Liverpool av álvara at sakna í næsta mánaða, tá afrikanska meistaraheitið er. Liðið hjá Klopp er í sera góðum stima og hevur nú 40 stig - eitt færri enn City.

Premier League - 17. umfar

Hósdagin 16.12 (í gjár)
Chelsea - Everton 1-1 (0-0)
Liverpool - Newcastle 3-1 (1-1)
Leicester - Tottenham - 
útsettur

Mikudagin 15.12 
Burnley - Watford útsettur
Brighton - Wolves 0-1 (0-1)
Crystal Palace - Southampton 2-2 (1-2)
Arsenal - West Ham 2-0 (0-0)

Týsdagin 14.12 
Manchester City - Leeds United 7-0 (3-0)
Norwich - Aston Villa 0-2 (0-2)
Brentford - Manchester United - Útsettur

Les eisini: Oddaliðið skoraði sjey ferðir móti Leeds

Tað er nakað av óvissu um, hvørt Premier League fer í ein stuttan stegð, orsakað av nógvum koronutilburðum. Sum nú er, er helmingurin av ætlaðu dystunum í vikuskiftinum útsettir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder