Fótbóltur

Chelsea setti enn einaferð stig til

Leingi sá út til at Bournemouth fór at vinna á Chelsea, men Marcos Alonso javnaði stutt fyri tíð.

Frank Lampard og hansara menn hava bert vunni ein av síðstu seks Premier League dystunum. (Savnsmynd)

Frank Lampard og hansara menn hava bert vunni ein av síðstu seks Premier League dystunum. (Savnsmynd)

2020-02-29 17:58 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

28. Umfar í Premier League byrjaði í gjárkvøldið, har niðasta liðið Norwich óvænta vann á nummar trý Leicester City.

Í dag eru fimm dystir á skránni. Gongdin hjá Chelsea hevur ikki verið serliga góð síðstu vikurnar. Í dag vitjaðu menninir hjá Lampard á Vitality Stadium, har Bournemouth tók ímóti.

Chelsea fór til hálvleik við eini 0-1 leiðslu, eftir at Marcos Alonso hevði lagt gestirnar á odda, tá ein hálvur tími var leiktur. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Jefferson Lerma fyri Bournemouth, og bert tríggjar minuttir seinni legði Joshua King heimaliðið á odda 2-1. Tann støðan helt sær líka til fimm minuttir vóru eftir at leika, tá Marcos Alonso javnaði til 2-2. Chelsea liggur á fjórða plássið, fýra stig frammanfyri Manchester United, sum spælir í morgin.

Í stríðnum at sleppa undan niðurflyting vann West Ham ein týðandi 3-1 sigur á Southampton

Í Løtuni hevur Watford vitjan av oddaliðinum Liverpool.

Úrslitini í 28. Umfarið i Premier League.

Norwich – Leicester city 1-0

Brighton – Crystal Palace 1-0

Bournemouth – Chelsea 2-2

Newcastle – Burnley 0-0

West Ham – Southamptom 3-1

Kl.17.30

Watford - Liverpool

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder