Fótbóltur

Chelsea vann tepurt á Benitez og hansara monnum

Chelsea situr nú trygt á 4. plássinum og nærkast City og Tottenham.

Willian tryggjaði Chelsea sigurin ímóti Newcastle
(Mynd: EPA)

Willian tryggjaði Chelsea sigurin ímóti Newcastle (Mynd: EPA)

2019-01-12 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann seinasti av teimum sjey dystunum Í Premier League í dag varð leiktur í London í kvøld. Chelsea tók ímóti Newcastle; tvey lið ið stríðast í hvør sínum enda av stigatalvuni í dag. 

Rafael Benitez var fyribils venjari hjá Chelsea í nakrar mánaðir í 2012-2013. Hann var sera illa umtøktur millum fjeppararnar, men førdi tó liðið til sigurs í Evropa League. Benitez og Maurizio Sarri hava báðir staðið á odda fyri Napoli; í dag stóðu teir á odda fyri hvør sínum liðið á Stamford Brigde. 

Chelsea byrjaði væl. Smáar tíggju minuttir inn í dystin fann David Luiz Pedro við einari langari neyvari sending og spaniólin skoraði hegnisliga. Chelsea fekk to ikki sett seg so tungt á dystin, sum teir helst ætlaðu, og Newcastle fekk javnað fimm minuttir fyri hálvleik, tá Cieran Clark var á blettinum eftir hornaspark.

Chelsea hevði ikki ráð til at missa stig á heimavølli móti einum av botnliðunum, og í 57. minutti avgjørdi Willian dystin. Brasilianski leikarin er settur í samband við Barcelona, men í dag sló hann til fyri Chelsea, ið helt fast um leiðsluna restina av dystinum.

Eftir at Arsenal tapti fyrr í dag, var møguleiki hjá Chelsea at økja í stríðnum upp um topp-fýra. Umframt hetta megnaði liðið hjá Sarri at koma tættari liðunum beint omanfyri.  

Chelsea - Newcastle 2-1 (1-1) 

Fyrr í dag økti Liverpool um munin í oddinum, og Fulham og Southampton vunnu týdningarmiklar sigrar í botninum. Les meira her

1. Liverpool 57
2. Manchester City 50 *
3. Tottenham 48 *
4. Chelsea 47
5. Arsenal 41
6. Manchester United 38 *
7. Watford 32
8. Leicester 31
9. West Ham 31
10. Wolves 29 *
11. Everton 27 *
12. Bournemouth 27 *
13. Brighton 26
14. Crystal Palace 22
15: Burnley 21
16. Southampton 19
17. Cardiff 19
18. Newcastle 18
19. Fulham 14
20. Huddersfield 10


*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder