Fótbóltur

Christian Eriksen verður heiðraður á ymsan hátt undir dystinum

Tað verður eftir tíggju minuttir í dystinum millum Danmark og Belgia í Parkini - tá verður dysturin møguliga støðgaður í ein minutt. Hendingin leygarkvøldið og heilsustøðan hjá 29-ára gamla dananum fyllur framvegis nógv í fótbóltsheiminum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-17 14:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir skelkandi hendingina á Eysturbrúgv leygarkvøldið hevur ein stór mongd av fólki sent góð ynskir og rósandi orð til Christian Eriksen, familju hansara og danska hópin. Støðan, tá nummar tíggju hjá Danmark brádliga small um í dystinum í fyrsta umfarinum í bólki B í EM-endaspælinum millum Danmark og Finnland, hevur sterkar kenslur hjá heilt nógvum, og tað er nakað, ið hevur gingið aftur í millum annað miðlunum seinastu dagarnar, og nakað ið danir tosa um í upptaktini til dystin júst nú.

Í videobrotinum omanfyri síggjast heilsurnar, sum hini 23 liðini, ið luttaka í endaspælinum, umframt dómararnir hava sent til Eriksen

Christian Eriksen liggur framvegis á Ríkissjúkrahúsinum. Týsmorgunin legði hann eina mynd út av sær sjálvum út á Instagram, har hann liggur í sjúkrasongini. Í tekstinum takkaði Eriksen fyri alla stuðulin og vissaði aftur um, at hann hevur tað eftir umstøðunum gott. Myndin, har 29-ára gamli maðurin úr Middelfart koyrir tummil upp, hevur í skrivandi løtu fingið 6,4 milliónir hjørtu, og hon var eitt umráðandi fet víðari hjá nógvum. Tankarnir eru tó langt frá farnir víðari hjá fjepparum ella teimum í danska hópinum, sum tó seinastu tríggjar dagarnar hava roynt at hugsavna seg um møtismiklu uppgávuna móti liðnum, sum er nummar eitt á FIFA-styrkislistanum.

[object Object]
Danski leikarahópurin og toymi rundanum, beint áðrenn dysturin móti Finnlandi varð settur í gongd aftur. Tað burdi hann helst ongantíð verið - seinastu dagarnar hava leikararnir aftur veruliga fingið hugsavna seg um fótbólt (Mynd: EPA)

Fyrrapartin vóru tíðindi um, hvat skal henda framyvir hjá Eriksen. Læknin hjá danska landsliðnum, Morten Boesen, á Twitter-vanganum. Talan er um eitt lítið tól, ein kvikil ella pacemakara, sum verður sett í bringuna, sum ansar eftir hjartarútmuni, og sum gevur hjartanum ein stoyt, um tað støðgar. Hendan avgerðin er tikin eftir nærri hjartakanningar, ið eru gjørdar seinastu dagarnar. Daley Blind, gamli liðfelagin hjá Eriksen, fer á vøllin fyri Niðurlond í Amsterdam. Hann hevur ein slíkan.

Les eisini: Christian Eriksen skal hava kvikil í hjartað

Hvussu fótbóltsframtíðin hjá dananum sær út, er framvegis óvist. Í dag hevur millum annað verið víst á, atí Italia er ikki loyvi at spæla við pacemakara. Eriksen spælir til dagliga í Inter Milan. Jens Brock Johansen, yvirlækni á Odense Universitetshospital, ið millum annað arbeiðir við júst hesum ICD-eindini, sigur við tv2.dk, at tað kann vera vandamikið á íðka ítrótta á hægsta støði við einum slíkum. 

Hann hevur seinastu mongu árini verið størsta stjørnan á danska liðnum - í kvøld fer Christian Eriksen at fylgja við á Ríkissjúkrahúsinum, meðan liðfelagarnir skulu royna at fáa stig móti Belgia. "Riget" er stutt frá Parkini, so um hann letur vindeygað upp, so fer hann helst at hoyra væl, tá hann verður heiðraður. Áskoðarasamskiparin hjá DBU sigur við TV2, at fleiri ting koma at henda í hesum sambandi. Í tíggjunda minutti verður millum klappað fyri 10'aranum Christiani Eriksen, og liðfelagi hansara í Inter Milan, og stjørnuáleyparin á belgiska liðnum segði á tíðindafundi í Keypmannahavn í gjár, at sítt lið fer at sparka bóltin út eftir tíggju minuttir og klappa við

- Eg haldi, at tað er tað mest natúrliga tingið í verðini at gera, at vit sparka bóltin út tíggju minuttir inn í dystin. Fyri at vísa virðing fyri støðuni. Vit hava fleiri leikarar á okkara liðið, sum hava spælt saman við honum. Vit mugu tó heldur ikki gloyma, at at vit eru har í morgin fyri at spæla ein dyst, sum vit skulu vinna, sigur Lukaku

[object Object]
"I love you Chris" vóru boðini frá Lukaku, eftir at hann legði Belgia á odda fáar tímar eftir skelkandi hendingina við Inter-liðfelagnum (Mynd: EPA)

[object Object]
Nógvar heilsur til Eriksen á ymsum støðum í Keypmannahavn,leikvallum kring Evropa og á sosialu miðunum - her er ein vøkur á Egmontkollegiet á Eysturbrúgv. #forchristian hevur verið nýtt seinastu dagarnar

Ítróttarálarfrøðingar ávara ímóti, at tað at heiðra sín liðfelaga mitt undir dystinum, kann verða ein vansi fyri donsku leikararnir, ið møguliga fara at missa fokus aftur og verða og ávirkaðir kensluliga. Tó kann samanhaldið, ið er styrknað seinastu dagarnar verða lykilin, siga  Christian Engell og Kristoffer Novrup Henriksen. Í øllum førum er greitt, at danska landsliðið fer at spæla fyri Christian Eriksen í kvøld.

EM Bólkur B
Í dag - Hósdagin 17.06

(17.00): Danmark - Belgia

Í gjár - Mikudagin 16.06
Russland - Finnland 1-0 (1-0)
45' Aleksey Miranchuk 1-0

Les eisini: Vakurt mál frá Miranchuk nóg mikið hjá Russlandi

Belgia 3 stig 
Russland 3 stig
Finnland 3 stig
Danmark 0 stig 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder