- Tað kennist ógvuliga væl. Vit vinna uppiborið á B36. Vit vita væl, at vit ikki hava avrikað nóg væl í nøkrum dystum í ár men spældu meira beinleiðis í dag og vóru til reiðar.
Hetta segði Lukasz Cieslewicz í samrøðu við FM1 sunnudagin í sambandi við sannførandi HB-sigurin á B36. Felagið, sum Cieslewicz vann trý FM-heiti við sum spælari, var fyrsta mótstøðulið hansara sum høvuðsvenjari í fremstu føroysku mansdeildini.
38-ára gamli póllendingurin, sum hevur búð í Føroyum meginpartin av lívinum, hevur verið hjálparvenjari hjá André Olsen í 2026. Í 2023, 2024 og 2025 var Lukasz høvuðsvenjari hjá HB-kvinnunum, sum í fjør vunnu steypakappingina.
![]()
Lukasz Cieslewicz fegnast her beint eftir seinasta bríksl í steypafinaluni í 2025 (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: HB setti grannarnar uppá pláss
Hósdagin skal Lukasz Cieslewicz royna at leiða HB-menninar í steypafinaluna 2026. Til tess krevst, at man ikki tapir í Sarpugerði - fyrra hálvfinalan millum HB og Víking í Gundadali endaði 2-1.
Samstarvið millum HB og André Olsen endaði mitt í síðstu viku. Ransin Djurhuus váttaði fyri FM1 og Portalinum fríggjadagin, at talan um ein leypandi sáttmála við fyribils venjaran: Tað er viku fyri viku, og beint nú tekur man ein dyst í senn, staðfesti formaðurin í HB.
Spurdur um støðuna sunnudagin, og um hann møguliga skal halda fram í sessinum í eina tíð eina tíð, staðfesti fyrrverandi hjálparvenjaran, at tað er upp til nevndina í HB at taka støða. Men stendur tað til hann sjálvan, so er hann til reiðar at halda fram:
- Hatta er ein spurningur til nevndina. Ikki til mín. Men eg geri mítt arbeiði. Eri spurdur um eg kann taka mær av liðnum, og tað geri eg; so leingi sum felagið ynskir tað, sigur Lukasz Cieslewicz við FM1.
Hoyr samrøðuna hjá Trygva Absalonsen við Lukasz Cieslewicz eftir 3-0 sigurin her
Les eisini: Fimtu ferð uppá seks kappingarár at HB skiftir venjara undan summarsteðginum
Tróndur Jensen er komin inn aftur í venjaratoymið sum ein hjálparvenjari, og danski Klavs Rasmussen stóð eisini á dómaraseðlanum sum hjálparvenjari í gjár.
Royndi danin starvast hjá DBU og er í leikluti sum ráðgevi hjá HB í løtuni. Júst tað at fáa enn ein danskan ráðgeva inn í felagið varð avgerandi ósemjupunkt millum André Olsen og HB-leiðsluna í vikuni.
Sí eisini:
André Olsen: - Ein nýggjur úlendskur ráðgevi hevði skapt størri órógv enn gagn
HB-formaðurin: - Ósemja við venjaran um hjálpt uttanífrá
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald