Fótbóltur

City er í FA Cup finaluni

Manchester City vann hálvfinaluna á Brighton tepurt - Burnley vann týdningamiklan sigur í botnstríðnum í Premier League.

Leikarar hjá Manchester City kundu fegnast á Wembley í dag
(Mynd: EPA)

Leikarar hjá Manchester City kundu fegnast á Wembley í dag (Mynd: EPA)

2019-04-06 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ikki í stórum stíli, men við skjótum máli og reinum búrið spældi Manchester City seg í FA Cup finaluna fyri løtu síðani. Brighton stríddist væl, men fekk ikki av álvara hótt City, ið vann sín 14. dyst á rað.

Manchester City byrjaði kappingarárið við at vinna Community Shield á Chelsea, og seinast í februar vann liðið hjá Guardiola aftur á Chelsea á Wembley - hesaferð í dramatiskari Carabao Cup finaluni. Liðið hevur framvegis trý steyp at spæla um, har góður møguleiki er í øllum kappingum. 

Tað er serliga í FA Cup, at City er stórfavorittur at vinna steypið. Liðið var upp ímóti Brighton í hálvfinaluni í kvøld og gjørdi sína skyldu. Longu í 4. minutti skoraði Gabriel Jesus, og hetta varð einasta málið í dystinum. City hevði sínar møguleikar at avgera dystin og sat meira á spælinum, tó uttan at bergtaka sum onkrar av undanfarnu dystunum. Hvat hitt liðið í finaluni verður, gerst greitt í morgin tá Watford og Wolves hittast á Wembley. 

Í Premier League vórðu tríggir dystir leiktir. Burnley kom skjótt afturum, tá Ashley Barnes gjørdi sjálvmál, man áleyparin var eisini millum málskjúttarnir í hinum endanum; Burnley vendi dystinum, og hetta var ógvuliga týdningamikið í botnstríðnum. Nú er liðið hjá Sean Dyche átta stig frá strikuni.

Crystal Palace er heilt burtur frá niðurflytingarstrikuni eftir sigur í Newcastle. Luka Milivojevic skoraði sítt 10. mál í kappingarárinum, tá miðvallarin var tryggur úr ellivu metrum sum ikki einaferð. Tá vóru bert tíggju minuttir eftir av dystinum. Liðið hjá Rafa Benitez er ikki heilt trygt enn. Jaimie Vardy skoraði tvey mál í sigrinum hjá Leicester á niðurflutta Huddersfield.     

Premi
er League 33. umfar:
Bournemouth - Burnley 1-3 (1-2)
Huddersfield - Leicester 1-4 (0-1)
Newcastle - Crystal Palace 0-1 (0-0)             

FA Cup hálvfinala: 
17.30: Manchester City - Brighton 1-0 (1-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder