Tveir teir fyrstu dystirnir í 2.umfarið í bólkaspælinum í Champions League eru júst leiktir.
Manchester City tapti fyrsta dystin í bólkaspælinum. Tað var á heimavølli ímóti Lyon fyri tveimum vikum síðani. Í kvøld vóru Guardiola og co. í Týsklandi. Har byrjaðu vertirnir úr Hoffenheim sum eitt óløgi; í fyrsta álopinum varð bólturin spældur í dýbdina til Ishak Belfodil, og hann var ísakaldur. Útiliðið risti tó skjótt skelkin av sær, og i 8. minuttir javnaði Sergio Aguero eftir eitt vælleikt álop.
Dysturin var lívligur í 1. hálvleiki, og so líðandi setti City seg meira á hann, og hevði góðar møguleikar at leggja seg á odda. Í 2. hálvleiki hevði enska meistaraliðið stóra leikliga yvirvág, men hevði trupulleikar við at skapa upplagdar málmøgulekar ímóti vælskipaða Hoffenheim-liðnum. Men smáar fimm minuttir fyri tíð sló David Silva til, tá hann fangaði eitt innlegg úr vinstru og setti bóltin sera væl í málið. Ein týdningarmikil sigur hjá Manchester City.
Í Torino var argentinin, Pablo Dybala, heilt stóri maðurin. Hann skoraði øll trý málini í sigrinum hjá Juventus á Young Boys. Harvið merkist tað ikki nakað serligt, at Cristiano Ronaldo sat uttanfyri við leikbanni. Dybala tók yvir, og Juventus hevur fingið eina frálíka byrjan í Champions League.
Bólkur F: Hoffenheim - Manchester City 1-2 (1-1)
Bólkur H: Juventus - Young Boys 3-0 (2-0)
Nú klokkan 20.00 fara hesir seks dystirnir í gongd:
Bólkur E: AEK Athen – Benfica
Bayern Munchen – Ajax
Bólkur F: Lyon – Shakthar Donetsk
Bólkur G: CSKA Moskva – Real Madrid
Roma – Viktoria Plzen
Bólkur H: Manchester United – Valencia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald