Fótbóltur

City og Tottenham vunnu á botnliðunum

Manchester City avgjørdi dystin í Huddersfield tíðliga í 2. hálvleiki - Tottenham skoraði sigursmálið ímótt Fulham í 93. minutti.

Sané og Sterling skoraðu málini hjá City í 2. hálvleiki í Huddersfield
(Mynd: EPA)

Sané og Sterling skoraðu málini hjá City í 2. hálvleiki í Huddersfield (Mynd: EPA)

2019-01-20 18:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nummar tvey og nummar trý á stigatalvuni vóru í dag á vitjan hjá ávíkavist nummar 20 og nummar 19. Harvið vóru City og Tottenham stórir favorittar, og tað gjørdist eisini talan um tveir útisigrar. 

Hjá Huddersfield var nýggjur venjari á síðulinjuni. Mark Hudson tók mánadagin yvir sum fyribils venjari eftir David Wagner mánadagin. 

Les meira: 
David Wagner og Huddersfield hava sagt samstarvið upp

Sum væntað legði City seg á odda í 18. minutti, tá eitt skot frá Danilo rakti einn verjuleikara og snýtti Jonas Lossl í málinum. Heimaliðið reisti seg tó væl, og fekk trýst meistararnir eitt sindur áðrenn hálvleiki.

Tíðliga í 2. hálvleiki setti liðið hjá Pep Guardiola tó tingini uppá pláss. Í 54. minutti kom bólturin innum verjuna til Leroy Sané, ið sá út til at vera rangstaddur. Týskarin fann Sterling og so var 2-0. Tveir minuttir seinni skoraði Sané sjálvur, og so var dysturin lukkaður. Manchester City er nú aftur fýra stig aftanfyri Liverpool.

Í London var grannauppgerð við Thames-ánna. Ranieri og Fulham tóku ímóti Tottenham uttan skadda Harry Kane og Son, ið er í landsliðsørindum. Liðið hjá Pochettino hevði tað eisini ógvuliga trupult í 1. hálvleiki; serliga við nýggja Fulham-leikaranum Ryan Babel og mongu vandamiklu deyðbóltunum hjá Fulham. Ein av teimum førdi til at avloysarin hjá Kane, Fernando Llorente, gjørdi sjálvmál.

Tottenham kom betri út til 2. hálvleik, og eftir fimm minuttir skoraði Dele Alli við góðum stútara, eftir at hann hevði runnið væl inn í málteigin. Tað var Eriksen, ið fann Alli við góðari alvering. Enski miðvallarin noyddist út smáar tíggju minuttir fyri tíð, tá hann merkti nakað í baklærinum. Hansara avloysari gjørdist avgerandi, tá hann við frálíkum innlegggi úr vinstru fann Harry Winks, ið á líknandi hátt sum Alli, var komin væl inn ímóti málinum og stútaði trý stig heim til Tottenham.

Sigurin var sera umráðandi, tí Tottenham spæli ikki nakran serliga góðan dyst, lyklaleikarar manglaðu, og eftir sigrarnar hjá Arsenal og United í gjár var munurin niður við at styttast. Súrt hjá Fulham ið hevði ein frálíkan 1. hálvleik.

Huddersfield - Manchester City 0-3 (0-1)
Fulham - Tottenham 1-2 (1-0)

1. Liverpool 60
2. Manchester City 56 
3. Tottenham 51
4. Chelsea 47 
5. Arsenal 44
6. Manchester United 44
7. Watford 33
8. Wolves 32
9. Leicester 31
10. West Ham 31
11. Everton 30 
12. Bournemouth 30
13. Brighton 26
14. Crystal Palace 22
15. Southampton 22
16: Burnley 21
17. Newcastle 21
18. Cardiff 19
19. Fulham 14 
20. Huddersfield 10



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder