Fjórðingsfinalurnar í Carabao Cup eru leiktar. Týskvøldið vann Aston Villa 5-0 á U23-liðnum hjá Liverpool, og í gjár vórðu hinar tríggjar á skránni.
Manchester United tók ímóti Colchester úr fjórðbestu deildini. Liðið basti Tottenham í seinasta umfarinum og helt málið reint í 1. hálvleiki á Old Trafford, har United, við nógvum av føstu monnunum í uppstillingi, hevði trupulleikar við at bróta gestirnar niður. Hetta eydnaðist tó í 2. hálvleiki við málum frá Rashford, Martial og sjálvmáli.
Tað eru grannarnir og vinnararnir av kappingini í fjør, sum verða mótsstøðan í hálvfinaluni. Manchester City fekk ein hvøkk, tá Oxford beinanvegin í 2. hálvleiki javnaði til 1-1. Men so skoraði Sterling tvær ferðir, og liðið úr triðbestu deildini megnaði ikki at svara aftur.
Á Goodison Park var Leicester á veg víðari eftir mál frá Maddison og Evans fyri steðgin. Tjúgu minuttir fyri tíð minkaði Tom Davies um munin við góðum málið, og útjavnandi málið frá Baines í yvirtíðini var uppaftur betri. Harvið var brotssparkskapping neyðug, og har bjargaði Kasper Schmeichel tvær ferðir, og Leicester er víðari.
Fjórðingsfinalur í Carabao Cup:
Aston Villa - Liverpool 5-0 (4-0)
Manchester United - Colchester United 3-0 (0-0)
Oxford United - Manchester City 1-3 (0-1)
Everton - Leicester 2-2 (0-2) *4-6 eftir brotssparkskapping
Hálvfinalurnar (spæla heima og úti í januar):
Leicester - Aston Villa
Manchester City - Manchester United
Fótbóltur
City og United hittast í hálvfinaluni
Manchester-feløgini vunnu á liðum úr lægri deildum í gjárkvøldum; Leicester vann á Everton eftir brotssparkskapping móti Everton.
Sterling avgjørdi dystin í Oxford við tveimum málum í 2. hálvleiki (Mynd: EPA)
2019-12-19 12:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald