Tað var eingin Jurgen Klopp á síðunlinjuni, og eingin leikari á vøllinum ið hevur fingið minuttir í Premier League í ár. Miðalaldurin var beint yvir 19 ár, og Neil Critchley stóð á odda fyri liðnum; einum liðið ið minti sera nógv um tað, ið hann vanliga stendur á odda fyri í eykaliðsdeildini (U23-deildini)
Neil Critchley stóð á odda fyri liðnum hjá Liverpool ístaðin fyri Jurgen Klopp (Mynd: EPA)
Fyrstaliðshópurin hjá Liverpool er í løtuni í Katar, har liðið seinni í dag spælir hálvfinalu í HM fyri lið. Meksikanska Monterrey er á skránni í Doha klokkan 17.30. Hetta hevði við sær, at Liverpool stillaði við einum eykaliðið í Carabao Cup-fjórðingsfinaluni í Birmingham í gjárkvøldið; tað var ikki møguleiki at flyta nakran av dystinum.
Les eisini: Liverpool skal spæla tveir dystir uppá minn enn eitt døgn
Aston Villa stillaði ikki við sínum allarsterkasta liðið, men at tað vóru leikarar, ið eru vanir at spæla í Premier League ímóti heilt ungum og óroyndum monnum á hægsta støði, sást týðiliga í 1. hálvleiki. Tað var 4-0 í hálvleikinum. Dysturin fór nakað í tómgongd eftir steðgin, og ungu menninir av Merseyside høvdu onkrar rímiligar málmøguleikar. Heimaliðið hevði tó størri møguleikar og fekk málið til 5-0 seint í dystinum.
Eitt lætt atgongumerki til hálvfinaluna hjá Aston Villa; Liverpool hevur annað at hugsavna seg um. Hini trý liðini í hálvfinaluni verða funnin í kvøld, har Manchester-feløgini eru risafavorittar, og spenanndi uppgerð millu Everton og Leicester er á skránni.
Carabao Cup fjórðingsfinalur:
17. desember:
Aston Villa - Liverpool 5-0 (4-0)
18. desember:
(19.45): Everton - Leicester
Oxford - Manchester City
(20.00): Manchester United - Colchester
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald