Liverpool skal í kvøld spæla ímóti Aston Villa á útivølli í fjórðingsfinaluni í tí minnu steypakappingini í Onglandi, Carabao Cup, men tað vera ikki stjørnurnar, ið fjeppararnir á Anfield eru vanir við at síggja, ið koma at manna liði. Tí Liverpool hevur eisini ein dyst í morgin, har teir í hálvfinaluni í HM fyri lið skulu møta meksikanska liðinum Monterry í Katar.
Jürgen Klopp hevur tikið teir, ið vanliga leika á fyrsta liðinum við til HM kappingina í Katar. Tískil verða tað leikarar, ið til dagliga leika á U23 liðinum(næstbesta liðið), ið koma at manna liðið til dystin ímóti Aston Villa.
Tað verður eisini venjarin hjá U23 liðinum Neil Critchley, ið kemur at standa á odda fyri liðinum til dystin í Carabao Cup í kvøld.
Av tí at tað verður U23 liðið, ið skal spæla í kvøld, so hava veddingarfyritøkurnar Aston Villa sum greiðan favorit. Ein sigur til Liverpool gevur pengarnar heili seks ferðir ella meira aftur.
Hóast Liverpool ikki er favorittur í kvøld, so er hetta ein góður møguleiki hjá Liverpool fjepparum, at síggja framtíðar leikararnar royna seg ímóti einum Premier League liðið. Ímillum teir sum koma at manna Liverpool liðið í kvøld eru fleiri evnaríkir leikarar. Eitt nú kunnu nevnast Harvey Elliot, Neco Williams, Curtis Jones, Ki-Jana Hoever, Sepp van den Berg og Rhian Brewster
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald