Fótbóltur

City setti aftur stig til

Newcaslte stríddi seg til ein javnleik á heimavølli móti meistararunum, sum ikki als líkjast einum liðið, sum er á meistarkós aftur. Liverpool kann leggja seg ellivu stig á odda um eina løtu.

Pep Guariola hevur alla orsøk til at vera hugsanarsamur fyri tíðina (Mynd: EPA)

Pep Guariola hevur alla orsøk til at vera hugsanarsamur fyri tíðina (Mynd: EPA)

2019-11-30 14:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

14. umfar í Premier League varð sett í gongd við dysti í Norðuronglandi, har Manchester City vitjaði Newcaslte. Meistararnir høvdu harðliga tørv á trimum stigum í stríðnum fyri at jagstra Liverpool. Tvær ferðir vóru teir ljósabláu eisini á veg ímóri sigri, men effektiva heimaliðið svarði í báðum førum og fekk eitt gott stig.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki fann David Silva Raheem Sterling, og so var 1-0 til Guardiola og hansara menn. Verjuparturin hjá City hevur als ikki veirð sannførandi í ár, og bert tríggjar minuttir seinni javnaði Newcastle.

[object Object]
Sterling legði City á odda, men gleðin var stokkut hjá útiliðnum (Mynd: EPA)

Eftir hetta var dystarmyndin tann, at City hevði bóltin so at siga allatíðina og royndi at opna Newcaslte-verjuna upp. Í høvuðsheitinum gekk tað tó ov seint fyri seg, og og nógvir feilir vóru á bóltinum hjá annars alveringssterka liðnum. Ferðin á spælinum hjá útiliðnum var heldur ikki nóg høg, men smáar tíggju minuttir fyri tíð bragdaði tað, tá Kevin De Bruyne við frálíkum skotið av brotsteigarmarkinum legði City á odda aftur. 

[object Object]
Tað sá eina løtu út til, at Kevin De Bruyne fór at gerast matchvinnari við sínum klassamáli (Mynd: EPA)

Nú skuldi nógv til fyri Newcaslte fekk javnvág í aftur, men tað eydnaðist við einum tveir minuttir fyri tíð við einum næstan líka flottum málið sum tí hjá belgiska miðvallaranum hjá Manchester City. Liðformaðurin og toppskjúttin hjá Newcastle í ár (við nú trimum málum) fekk bóltin útfrá í samband við frísparksstøðu, og Jonjo Shelvey sendi langskotið sera væl framvið Ederson, og so var 2-2.

[object Object]
Shelvey verður fagnaður fyri sítt frálíka mál til 2-2, ið tryggjaði Newcaslte eitt stig (Mynd: EPA) 

[object Object]
Guardiola, Arteta og co. skulu finna uppá nakað nýtt (Mynd: EPA)

Sterling hevði ein risamøguleika í yvirtíðini, men Dubravka bjargaði, og harvið enn eitt vónbrot hjá Manchester City. Leicester kann í morgin leggja seg trý stig framumm City og taka 2. plássið, men meira álvarsamt er, at Liverpool kann verða heili 11 stig burtur, tá umfarið er av. Liverpool tekur ímóti Brighton nú klokkan 15.00.

Tá skal Mourinho royna at halda fram við góðu byrjaninini í Tottenham, og Chelsea kann koma undir liðuna á City og Leicester. Í kvøld er botnbrak á skránni í Southampton

Premier League, 14. umfar
Leygardagur 30. november

Newcastle - Manchester City 2-2 (1-1)

15.00: 
Liverpool - Brighton 
Chelsea - West Ham
Tottenham - Bournemouth
Burnley - Crystal Palace

17.30: 
Southampton - Watford 

Støðan: 
1. Liverpool (37 stig)
2. Manchester City (29 stig)
3. Leicester (29 stig)
4. Chelsea (26 stig) 
5. Wolves (19 stig)
6. Sheffield United (18 stig)
7. Burnley (18 stig)
8. Arsenal (18 stig)
9. Manchester United (17 stig)
10. Tottenham (17 stig)
11. Bournemouth (16 stig)
12. Newcastle (16 stig) 
13. Brighton (15 stig)
14. Crystal Palace (15 stig)
15. Aston Villa (14 stig)
16. Everton (14 stig)
17. West Ham (13 stig)
18. Norwich (10 stig)
19. Southhampton (9 stig)
20. Watford (8 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder