Fótbóltur

City snávaði - Liverpool á røttu kós aftur

Botnlið vunnu eisini týðandi sigrar í gjár, og samstundis heldur ringa gongdin hjá Chelsea fram. Í dag eru tveir dystir á skránni, sum fyri tað mesta snúgva seg um topp-fýra stríðið.

Klopp hevur ikki havt nógv at fegnast um higartil í ár, men ein sannførandi 2-0 sigur á útivølli móti kappingarneyta í gjár kann broyta nógv (Mynd: EPA)

Klopp hevur ikki havt nógv at fegnast um higartil í ár, men ein sannførandi 2-0 sigur á útivølli móti kappingarneyta í gjár kann broyta nógv (Mynd: EPA)

2023-02-19 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta dystir í 24. umfari í Premier League vórðu spældir í gjár, og tað varð als ikki ein keðiligur dagur.

Arsenal legði út við at venda útidystinum móti Aston Villa og skora tvey mál í yvirtíðini, ið kunnu vísa seg at gerast sera týðandi.

Sí eisini: Arsenal vísti stórt mótstøðuføri og tók oddasessin aftur

Á Villa Park var nógv undirhald og stórt drama, og seks mál komu - í hinum sjey dystunum komu samanlagt níggju mál. Tó manglaði ikki spenningur.

Manchester City kom á odda stutt fyri hálvleik við góðum langskoti frá Bernardo Silva, men Forest er ikki so at syfta, og í 84. minutti javnaði Chris Wood. Harvið varð talan um heilt góðan dag hjá Arsneal, ið nú hevur tvey stig niður til City og tveir dystir færri.

Chelsea tapti fyri aðru ferð í vikuni 0-1; mikukvøldið var tað í Dortmund í Champions League. Southampton liggur aftast, men vann á Stamford Bridge við frísparksmálið frá liðformanninum James Ward-Prowse. Felagið sum hevur kasta runt við pengum seinastu mánaðirnar hevur bert vunnið ein av sínum seinastu tíggju dystum í øllum kappingum og tveir av teimum seinastu 14 í Premier League.

Everton kappast við millum annað Southampton vann annan heimadystin á rað (1-0) Liðformaðurin Seamus Coleman skoraði í botndystinum móti Leeds. Bournemouth fekk eisini ein "stóran" 1-0 sigur: Á útivølli móti Wolves. 

Fulham vann í Brighton við máli frá Manor Solomon seint í dystinum - hesi liðini stríðast um evropeiskt pláss. Brentford tryggjaði sær eitt stig í evstu løtu á heimavølli móti Crystal Palace og heldur harvið fast um sína ósigraðu røð.

Í síðsta dystinum á degnum varð alt avgjørt fyrra helmingin av fyrra hálvleiki. Darwin Nunez og Cody Gapko skoraðu fyri Liverpool, ið sá hamskift út, í mun til nógvar av undanfarnu dystunum. Í 22. minutti fekk Nick Pope beinleiðis reytt kort - einki mál afturat kom tó í dystinum, men stinni Newcastle-málverjin er harvið ikki tøkur til Carabao Cup finaluna um eina viku. Hetta var bert annar ósigurin hjá Newcastle í kappingarárinum; hin kom eisini móti Liverpool.

Hetta úrslitið ger, at Liverpool nú bert er seks stig frá Champions League-plássi, og liðið hjá Klopp hevur ein dyst færri enn Newcastle.

Tottenham kann við sigri í London-uppgerð í dag yvirhála Newcastle og harvið taka 4. plássi; Manchester United kann veruliga leggja frástøðu til.

Premier League 24. umfar
Í gjár, leygardagin 18.02

Aston Villa - Arsenal 2-4 (2-1)
Brentford - Crystal Palace 1-1 (0-0)
Brighton - Fulham 0-1 (0-0)
Chelsea - Southampton 0-1 (0-1)
Everton - Leeds 1-0 (0-0)
Nottingham Forest - Manchester City 1-1 (0-1)
Wolves - Bournemouth 0-1 (0-0)
Newcastle - Liverpool 0-1

Í dag, sunnudagin 19.02

14.00: Manchester United - Leicester

16.30: Tottenham - West Ham 

Støðan í Premier League sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder