Wild Card-umfarið verður spælt hetta vikuskifti í USA. Hetta eru teir fyrstu fýra dystirnir í endaspælinum í NFL. Tveir dystir vórðu avgjørdir í nátt; hinir báðir eru á skránni í kvøld.
Texans og Colts, ið spæla í somu deild, brustu saman í Houston. Útiliðið kom greitt betri frá byrjan. Tann annars sterka verjan hjá Texans megnaði ikki at steðga Andrew Luck og co. Samstundis fekk heimaliðið als ikki álopið at koyra við einum óbeinraknum Deshaun Watson. Teir fingu ikki stóra vápnið DeAndre Hopkins í gongd, og unga og sterka verjan hjá Colts fekk tryggjað sigurin. Indianapolis Colts vann uppiborið, og er til reiðar til kvartfinaluna í Kansas næsta vikuskifti.
Í Dallas var lagt upp til ein sera tættan dyst, tá Seahawks vóru á vitjan. Útiliðið hevur betri royndir frá endaspælinum seinastu árini, men Cowboys-liðið er ungt, spennandi og atletiskt - serliga verjan og Ezekiel Elliott. Verjan hjá heimaliðnum helt Russell Wilson og Seahawks væl, og Elliott gav hinari verjuni høvuðbrýggj; runningbakkurin skaffaði 169 yards, og Cowboys vann við tveimum stigum.
Fyrri dysturin í kvøld er í Baltimore, har Chargers vitja Ravens. Liðini hittust í Los Angeles beint fyri jól, og tá vóru ravnarnir omaná. Við nýggja spennandi quarterbakkinum, Lamar Jackson, á odda, skulu Ravens royna at koma aftur til Super Bowl, ið felagið seinast vann fyri seks árum síðani. Men tað er serliga verjan hjá Ravens, ið skal fáa liðið har. Tað er ein av teimum allarbestu í NFL, ið skal royna at steðga 37-ára gamla Philip Rivers, sum roynir at vinna sina fyrstu Super Bowl. Chargers-liðið er sera spennandi og vann næstflest dystir í AFC í grundspælinum. Liðið slapp tó ikki at sita yvir, av tí at Chiefs vann deildina.
Seinni í kvøld er Playoff-football í Chicago. Eitt av elstu liðunum í NFL hevur reist seg eftir nøkur ár í dvala - serliga við einari krútsterkari verju við Khalil Mack á odda. Bears-liðið er spennnadi og er favorittur í kvøld. Mótstøðuliðið er tó ikki hvat sum helst. Tað er Super Bowl-meistararin úr Philadelphia, ið er á vitjan. Eagles hava verið óstøðugir og raktir av skaðum, men nakrir flottir sigrar ímóti endnum av grundspælinum fekk liðið víðari. Eins og í fjør er Carson Wentz skaddur, og mest virðismikli leikarin í Super Bowl í februar hevur avloyst hann á quarterback-plássinum; Nick Foles skal royna at leiða Eagles til sigur í Chicago.
Wild Card-umfarið:
AFC: Houston Texans - Indianapolis Colts 7-21
NFC: Dallas Cowboys - Seattle Seahawks 24-22
18.05 Baltimore Ravens - Los Angeles Chargers (AFC)
21.40 Chicago Bears - Philadelphia Eagles (NFC)
Annað
Colts og Cowboys spældu seg víðari í nátt
Verjurnar, og ein ávísur runningback, vóru avgerandi í Texas. Í kvøld eru tvey brak fyri framman.
Prescott, Elliott og co vunnu í nátt á Seahawks (Mynd: EPA)
2019-01-06 15:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald