Átta dystir verða spældir í Champions League í kvøld, og tað er uttan iva dysturin á Old Trafford, sum er tann mest spennandi.
Manchester United tekur ímóti Juventus á Old Trafford, í einum dysti, har Cristiano Ronaldo traðkar út á sín gamla heimavøll. Nógv verður gjørt burturúr í útlendskum miðlum um heimkomuna, men tað er ikki einans hetta, sum ger dystin spennandi. Hetta er eisini dysturin í kvøld við sterkastu liðunum.
Juventus hevur vunnið báðar sínar dystir og liggur á odda í bólkinum, meðan Manchester United hevur vunnið ein og spælt ein javnleik. Hóast Manchester United eigur heimavøll má Juventus metast at verða favorittar at vinna dystin.
Meistararnir úr Real Madrid hava eina lætta uppgávu fyri framman, tá Viktoria Plzen vitjar á Santiago Bernabeu. Real Madrid hevur ikki havt bestu byrjanina á ársins Champions League, eftir at teir óvæntað taptu 1-0 móti CSKA Moskva í seinasta umfari. Meistararnir liggja nummar 2 í bólkinum aftanfyri CSKA Moskva. Viktoria Plzen liggur á aftasta plássi við einum stigi, sum teir eisini fingu móti CSKA Moskva.
Manchester City fara á vitjan hjá Shakthar Donetsk, sum var eitt av fáu liðunum, sum megnaðu at vinna á ensku meistarunum farna kappingarár. Og í Grikkalandi tekur AEK Athen ímóti stóra týska felagnum Bayern Munchen.
Dystirnir í kvøld eru hesir:
Kl. 17:55
AEK Athen – Bayern Munchen
Young Boys – Valencia
Kl. 20:00
Ajax – Benfica
Hoffenheim – Lyon
Shakthar Donetsk – Manchester City
Real Madrid – Viktoria Plzen
Roma – CSKA Moskva
Manchester United - Juventus
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald