2019-03-19 16:18
Cristiano Ronaldo verður ákærdur fyri óhøviskan atburð í sambandi við tað eina málið hann skjoraði í 3-0 sigrinum hjá Juventus móti Atletico Madrid í Champions League.
Juventus tapti fyrra dysti 2-0 og tá fekk venjarin hjá Atletico Madrid, Diego Simeone 20.000 evrur bót frá UEFA fyri at taka sær um klovið millum beinini, tá hann fegnaðist um tað fyrsta málið.
Nú verður Cristiano Ronaldo ákærdur fyri tað sama, eftir at hann hermdi eftir Atletico Madrid venjaranum, tá hann skoraði triðja málið í seinna dystinum millum liðini.
Enn er ikki greitt hvørja revsing Cristiano Ronaldo fær, um hann verður revsaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald