Annað

D15: SÍ vann á Ternuni

Flogbóltur: SÍ – Ternan 3-1 (25-14, 23-25, 25-17, 25-16).

Standandi frá vinstru: Silas Poulsen, Einar Thorgrimsson, Elias Ellingsgaard Petersen, Tóki í Haraldstovu, Róar í Haraldstovu, Brandur Reynstind og Jón Weihe Simonsen, venjari. Húkandi frá vinstru: Rógvi Reynstind, Karl Rúnason, Óli Kluftá, Lukas Poulsen og Atli Falkvard.(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2021-03-27 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið eydnaðist tað SÍ at vinna enn eitt FM-steyp til steypaskápið í Sørvági, tá D15 dreingirnir vunnu 3-1 á Ternuni í Trongisvági.

Tað var tó ikki uttan svørðslag frá Ternuni, sum vann annað sett 25-23.

Bestu leikarar í finaludystinum vóru Elias Ellingsgaard Petersen hjá SÍ, og Hanus Højgaard hjá Ternuni.

[object Object]Elias Ellingsgaard Petersen, og Hanus Højgaard (MYnd: Flogbóltssamband Føroya)

Í dag og í morgin verða aftur fleiri flogbóltsfinalur á skránni hjá teimum yngru deildunum. Dystirnir kunnu stroymast her.

Skráin er henda:

Leygardag 27. mars:

Kl. 10:00 KU: SÍ - KÍF

Kl. 12:00 D17: SÍ - TB

Kl. 14:00 G16: SÍ - TB

Kl. 16:00 MU: SÍ - Fleyr

Sunnudagur 28. mars:

Kl. 14:15 G12: Mjølnir - Dráttur

Kl. 15:45 D12: TB - SÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder